Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Liðkappingin 2016/17 – Havnin økir

Liðkappingin 2016/17 – Havnin økir

Alt bendir á, at FM-stríðið í landskappingini í talvi í vetur fer at standa millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini.

Dystirnir í triðja umfari vóru sunnudagin. Oddaliðið úr Havn gjørdi bart móti Kollafirði og vann 4-0. Sandavágur fekk 3½ móti øðrum liði hjá Klaksvík. Havnarmenn otaðu seg tí eitt hálvt stig aftrat undan sandavágsmonnum, men munurin er bara eitt stig.

Havnin hevði somu manning sum í øðrum umfari: Olaf Berg, Carl Eli N. Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson og Herluf Hansen. Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen vóru heldur ikki við henda dagin. Helgi hevur ikki verið við í nøkrum dysti enn, men sum skilst, so ætlar hann sær at vera við eftir nýggjár. Men Olaf Berg og Carl Eli N. Samuelsen, sum nú eru við aftur hjá Havnini, styrkja væl um. Olaf hevur vunnið øll trý talvini higartil á 1. borði. Á liðnum hjá kollfirðingum vóru Hans Kristian Simonsen, Torbjørn Thomsen, Sámal Christiansen og Eivind Jacobsen.

Sandavágsmenn vunnu á fremstu trimum borðunum móti Klaksvík 2, men á fjórða borði eydnaðist hinum unga Janus Skaale at fáa remis móti Silas Eyðsteinsson. Rógvi Egilstoft Nielsen vann á Finnbjørn Vang, Høgni Egilstoft Nielsen vann á Tummas Martin Sólsker, og Torkil Nielsen vann á Rógva Dragaberg.

Í triðja dystinum vann fyrsta lið hjá Klaksvík 3-1 á øðrum liði hjá Havnini. Ólavur Simonsen og Rúnar Berg vunnu á fremru borðunum, sama gjørdi Terji Petersen á fjórða borði, men á triðja borði vann Rógvi Mortensen á Haldur Suna Johansen. Eingin frændi var á klaksvíksliðnum henda dagin. Rógvi Mortensen hevur staðið seg væl á øðrum liði hjá Havnini, og hevur tvey stig av trimum. Avloysari á øðrum liði hjá Havnini henda dagin var fyrrverandi føroyameistarin Luitjen Apol.

Støðan í 1. deild: 1. Havnin  11 stig  2. Sandavágur 10 stig 3. Klaksvík 6½  4. Klaksvík 2 og Havnin 2  3 stig  6. Kollafjrøður 2½ stig.

Telvað verður ikki aftur í landskappingini fyrr enn 15. januar 2017. Oddaliðini Havnin og Sandavágur møtast í 5. umfari 28. januar. Kappingin endar 18. mars.

Meira kann lesast um landskappingina í talvi – eisini um hinar deildirnar – á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Sandavágsmenn jagstra fimta sigurin

SandavágsTalvfelag hevur seinnu árini sett seg tungt á meistaraheitið í landskappingini. Felagið hevur vunnið seinastu fýra árini. Fremsta orsøkin til hesa sigursrøð er at finna í einum húsi í bygdini. Har býr fyrrverandi føroyameistarin Torkil Nielsen við synunum Rógva og Høgna, sum eru vorðnir uppaftur sterkari enn pápin, og teljast millum allarfremstu telvarar í landinum.

Undanfarin ár hava teir leitað sær styrk, sum hevur munað. Olaf Berg telvaði eitt skifti har vesturi, og seinnu árini hevur Carl Eli N.Samuelsen verið teimum hollur. Nú eru teir báðir endaðir aftur í barndómsfelagnum í Havn. Men í tí unga Silas Eyðsteinsson, áttu sandavágsmenn at havt ein góðan avloysara.

Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið fyri lið síðani 1970/71. Niðanfyri seta vit upp yvirlitið yvir vinnandi feløgini í fremstu deildini síðani aldamótið:

FM í talvi fyri lið 2000-2106
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
ST (Sandavágs Talvfelag)
HT (Havnar Telvingarfelag)
VT (Vestmanna Talvfelag)
KTF (Klaksvíkar Talvfelag)

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …