Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open: Einki óvæntað úrslit

Runavík Open: Einki óvæntað úrslit

Eingin av teimum sterku telvarunum snávaðu í fyrsta umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll í gjárkvøldið. Men tað var um reppið, at ein lítil sensasjón brast. Tann blaðungi Luitjen Apol – abbasonur navnan og fyrrverandi fleirfalda føroyameistaran – mundi tikið Olaf Berg á bóli. Olaf, sum er ein av allarbestu telvarum í landinum, tóktist eina løtu ikki at grynna í støðuni, men við øllum snildum og hollum royndum eydnaðist honum kortini at snýta unglingin og vinna.

Helgi Dam Ziska var tryggur móti íslendinginum Páll Gautur Jonsson, sum hevur gott 2000 í rating. Helgi hevði initiativ og virkna støðu, og vann endatalvið trygt. Soleiðis telva stórmeistarar. Heiðrikur Jacobsen spjálkaði leingi og væl móti Jóhann Hjartarsson, men mátti til endans lúta. Rógvi Mortensen var heldur ikki langt frá javnleikinum móti altjóða meistaranum Simon Bekker-Jensen, men gjørdist eisini ov stuttur.

40 telvarar úr fleiri londum, mest norðurlondum, eru við í kappingini, alt frá stórmeistarum til unglingar. Mest spennandi talvið í øðrum umfari í dag er helst dysturin millum báðar okkara fremstu telvarar á altjóða styrkilistanum, Helga Dam Ziska og føroyameistaran  Rógva Egilstoft Nielsen.

Annað umfar í dag byrjar kl. 15.00. Meira kann lesast um kappingina á heimasíðuni runavikopen.com. Har er eisini leinkja til øll borðini, sum telvað verður á.

Seks stórmeistarar

Tekniskt er Helgi Dam Ziska ikki stórmeistari enn. Formliga tilnevningin verður ikki fyrr enn á FIDE-ráðstevnu í næstum, helst í desember. Helgi telvar tí framvegis sum altjóða meistari í hesi kappingini. Men stórmeistari er hann, og høga styrrkitalið talar fyri seg.

Hesir tíggju hava hægst styrkital í kappingini:

IM Helgi Dam Ziska, Føroyar 2551

GM Jóhann Hjartarsson, Ísland 2541

GM Jakob Vang Glud, Danmark 2506

GM Vladimir Hamitevici, Moldova, 2484

IM Simon Bekker-Jensen, Danmark 2473

GM Daniel Semcesen, Svøríki 2469

IM Nikolaj Mikkelsen, Danmark 2466

GM Miguel Munoz, Spania 2457

IM Gudmundur Kjartansson, Ísland 2438

GM Thróstur Thórhallsson, Ísland 2417

Fremstu fimm føroysku telvararnir í kappingini umframt Helga eru hesir:

FM Rógvi Egilstoft Nielsen 2347

IM John Rødgård 2338

FM Olaf Berg 2323

FM Høgni Egilstoft Nielsen 2275

Ólavur Simonsen 2207

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …