Guðmundur Kjartansson úr Íslandi er einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Runavíkar Open. Hann hevur sum tann einasti av øllum 40 telvarunum í kappingini vunnið hvørt talv higartil. Í fjórða umfari í gjár vann hann á landsmanninum Jóhann Hjartarson, sum er stórmeistari. Næstir í oddanum eru Miguel Munoz úr Spania og Jakob Vang Glud úr Danmark, sum hava hálvt fjórða stig. Helgi Dam Ziska er á fjórða plássi saman við øðrum, sum hava 3 stig í part. Fremstir av hinum føroysku telvarunum eru John Rødgård, sum í løtuni er nummar 12. Rógvi Egilstoft Nielsen er nummar 14 og Olaf Berg er nummar 17 í røðini.
Tað hevur verið eitt sindur trilvandi hjá føroyingunum higartil. Helgi heldur gaman í tørn, men hjá hinum hevur tað verið eitt sindur misjavnt. Rógvi telvaði flott remis móti Helga í øðrum umfari, men annars hevur eingin veruliga gjørt bart enn. Umráðandi er at standa útlendingunum kurl, skalt tú gera tær tankar um IM-norm í kapping sum hesari. Í so máta hevur fiskaríið verið heldur smáligt hjá okkara monnum higartil, men tað kann broytast.
Helgi løðir
Tvinnanda umfør vóru í gjár. Helgi Dam Ziska koppaði íslendska stórmeistaranum Tróst Thórhallssyni í morgunumfarinum. Helgi telvaði væl og vann sannførandi. Í seinna umfarinum í gjár sást einki til føroyska stórmeistaran. Í kappingum við dupultumførum er ein ventilur, sum tryggjar telvarum møguleika fyri hvíld. Skipanin er tann, at fyri fimta umfar stendur øllum frítt at fáa fríumfar. Fyri tað fært tú hálvt stig uttan at telva. At telva tvey talv eftir einum degi er harður kostur, og Helgi kendi seg ikki heilt fullbirgan í gjár, og tók tí avgerð um at hvíla seinnapartin. Sama gjørdi John Rødgård fyrrapartin.
Klokkan 15 í dag verður farið undir 5 umfar. Helgi telvar móti danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud. Báðir telva saman á danska meistaraliðnum Philidor. John Rødgård telvar móti Jóhann Hjartarssyni og Rógvi Egilstoft Nielsen móti øðrum íslendingi, Vignir Vatnir Stefansson, sum hevur styrkitalið 2300.
Til ber at fylgja við leikunum á øllum borðum á heimasíðuni: www.runavikopen.com
Niðanfyri eru nakrar myndir, ið Gunnar Bjornsson hevur tikið.