Helgi Dam Ziska og Guðmundur Kjartansson telvaðu í dag javnt í sætta umfari í kappingini Runavík Open í Løkshøll. Altjóða meistarin úr Íslandi hevði vunnið øll fimm talvini fyri dagsins umfar, og var eitt stig undan Helga.
Helgi hevði hvíta fólkið, og byrjanin var fronsk. Umvegis eitt av minni kendu frábrigdunum kom upp ein ósmidlig støða við nógvum bindingum og avmarkaðum øki at arbeiða á. Helgi royndi eftir førimuni at søkja at í báðum borðum, men íslendingurin hevði fingið ta læstu støðu, sum tryggjaði honum status quo og remis.
Nógvir føroyingar telvaðu javnt í dag – nakrir sínamillum. Men John Rødgård, sum ikki hevur fingið spælið at ganga eftir vild, tapti í dag fyri Thorvardi Ólafssyni, sum hevur munandi lægri styrkital enn John. Íslendingurin fekk eitt knúsandi álop á kongsborgina, sum John ikki ansaði nóg væl eftir, og so var ballið búið.
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu báðir javnt. Rógvi hevði eitt spennandi og undirhaldandi talv móti Ólavi Simonsen. Teir telvaðu væl og leingi, men tóku javnt í eini støðu, sum við fyrsta eygnabragd ikki tykist heilt greið.
Høgni stríddist væl í torførari støðu móti sterkum donskum mótstøðumanni, Jesper T. Søndergaard, men fekk eisini remis. Sama var úrslitið í talvinum millum Olaf Berg og Silas Eyðsteinsson. Olaf hevur ikki fingið tað heilt at svinga í hesi kappingini, og í dag var um reppið, at hann tapti.
Fleiri av hesum føroysku telvarunum hava í løtuni 3½ stig og eru á einum 11. plássi saman við øðrum.
Støðan í oddanum eftir sætta umfar í dag er hendan:
1. Guðmundur Kjartansson, Ísland 5½ stig
2. Vladimir Havitevici, Moldova 5
3. Helgi Dam Ziska 4½
4-10. Miguel Munoz, Spania, Nikolaj Mikkelsen, Danmark, Daniel Semcesen, Svøríki, Simon Bekker-Jensen, Danmark, Jóhann Hjartarson, Ísland, Thróstur Thórhallsson, Ísland, Vignir Vatnar Stefansson, Ísland, 4 stig
Langur leygardagur
Dagurin í morgin verður ein harður umgangur hjá telvarunum, tí tvinnanda umfør eru á skránni. Byrjað verður longu klokkan níggju á morgni. Og klokkan trý verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar.
Helgi Dam Ziska telvar í morginári við svarta fólkinum móti Vladimir Havitevici úr Moldova. Hetta er eisini avgerandi talv millum teir báðar næstfremstu í kappingini. Oddafiskurin Guðmundur Kjartansson skal royna seg móti dananum Simon Bekker-Jensen, sum hevur heldur hægri styrkital enn íslendingurin.
Meira kann lesast um kappingina á heimasíðuni runavikopen.com