Klokkan tvey í dag var farið undir seinasta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Møguleikarnir hjá Helga Dam Ziska at vinna kappingina eru helst farnir. Í gjárkvøldið tapti hann fyri íslendska stórmeistaranum Jóhann Hjartarson. Ósigurin er tann einasti í kappingini hjá okkara nýggja stórmeistara.
Helgi telvaði hart og kontant við svarta fólkinum í sisilianskum. At síggja til legði hann nógv fyri at vinna. Helst yvirspældi hann støðuna í royndini at søkja at kongsborgini við frúgv og róki. Royndi íslendski stórmeistarin stóð sum drangur í brimi og avgjørdi talvið við góðum mótálopi.
Oddamaðurin Guðmundur Kjartansson telvaði aftur remis í gjár, og er tí eitt stig undan Helga.
Føroyingarnir bíta frá sær
Eftir heldur slaka byrja, eru fleiri av hinum føroysku telvarunum rættiliga komnir á lagið. Hans Kristian Simonsen telvaði javnt móti danska stórmeistarnum Jakob Vang Glud í longum og spennandi talvi, og Ólavur Simonsen telvaði eisini remis móti donskum altjóða meistara. Talvið móti Simon Bekker-Jensen var eisini drúgt og undirhaldandi.
Rógvi Egilstoft Nielsen og Olaf Berg telvaðu javnt sínamillum. Teir hildu leingi á, og góvust ikki fyrr enn komið var út í javnt endatalv. John Rødgård vann á Rógva Mortensen, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti fyri 14 ára gamla íslendska stórtalentinum Vignir Vatnir Stefansson.
Rógvi avgerandi leiklut
Í seinasta umfari í dag telvar føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen móti oddafiskinum Guðmundi Kjartanssyni.
Hann er einsamallur á odda, eitt hálvt stig fremri enn Jóhann Hjartarson og Miguel Munoz.
Støðan fyri seinasta umfar:
1. Guðmundur Kjartansson 6½ stig
2. Jóhann Hjartarson 6
3. Miguel Munoz 6
4. Helgi Dam Ziska 5½
5. Nikolaj Mikkelsen 5½
Í seinasta umfari telva hesir sínamillum:
Guðmundur Kjartansson-Rógvi Egilstoft Nielsen
Helgi Dam Ziska-Miguel Munoz
Jakob Vang Glud-Jóhann Hjartarson
Olaf Berg-Nikolaj Mikelsen
Vladimir Havitevici-Hans kristian Simonsen
Ólavur Simonsen-Daniel Semcesen