Heim / Ymiskt / Føroyskar kappingar / Sára og Hanna vunnu FM fyri gentur !

Sára og Hanna vunnu FM fyri gentur !

 

 

  

U16 bólkin vann Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, sannførandi á Elsubu M. Petersen, av Viðareiði, men ungu kvinnurnar vísti báðar góðar taktir. Sára hevur fyrr vunnið FM og eisini luttikið í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri gentur við góðum úrslitum, og verður hon eisini við til NM, sum í ár verður í Íslandi 23 – 25 apríl.

 

 

U16: Sára Traber Olsen (1), Elsuba M. Petersen (2) 

 

Elsuba luttók fyri fyrstu ferð í almennari talvkapping, men smæddist ikki burtur og hevur nógv gott í væntu.

 

 

U13 bólkurin varð ein gysari av aðrari verð. Hóast tað bert vóru 6 gentur við í kappingini, so var spenningur frá fyrsta leiki.

 

Genturnar løgdu nógv fyri, og vísti allar góð talvevnir. Anna Absalonsen var við fyri fyrstu ferð, men fekk hóast hetta 2 stig. Silja og Tordis vístu enn einaferð, at talvevnini eru góð.

 

 

Eftir at 3 umfør vóru telvd var Signhild Djurhuus, úr Kollafirði, á odda við fullum stigatali. Men í 4  umfari tapti hon ímóti Honnu Jacobsen, sum bert var eitt stig aftanfyri. Samstundis kom Kára Durhuus, ið tapti heldur óvæntað í fyrsta umfari móti óroyndu Onnu av Viðareiði við sjógv á bak eltandi oddin. Seinasta umfarið lagaði tað soleiðis, at tríggjar lógu javnar í oddinum, men tvær av teim skuldu møtast. Kára møtti Signhild og har dróg Signhild longra stráið. Hin oddafiskurin Hanna, vann á Tordis og tískil mátti umdystur til fyri at finna vinnaran.

 

 

Tvey talv á 10 minuttir vóru fyrst á skránni. Drápuligi umdysturin byrjaði við at Hanna vann fyrra talvið við svørtum, men tapti seinna við hvítum. Tískil mátti enn ein dystur til, hesa ferð við tveimum talvum á 5 minuttir.

 

 

Her vann Hanna bæði talvini og gjørdist FM vinnari í U13.

 

U13: Signhild Djurhuus (2), Hanna Jacobsen (1), Kára Durhuus (3) – allar úr Kollafirði 

 

 

Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúli, Kollafjarðar Skúli og Kári Durhuus – og sjálvsagt genturnar eisini – eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri ein ófatuliga spennandi enda á einari frálíkari kapping.

 

Sára T. Olsen, úr Tórshavn og Hanna Jacobsen og Signhild Djurhuus, báðar úr Kollafirði, luttaka í NM í talvi fyri gentur 2010, sum verður í Íslandi í apríl mánað.

 

Hjartaliga tillukku við úrslitunum og úttøkuni, og góða eydnu til NM.

 

TALVSAMBAND FØROYA

 

Skrivað/myndir: Finnbjørn Vang

 

 

 

Grettir og Kári til spennandi talvorrustu í millum frægastu genturnar í Føroyum ! 

Finnbjørn Vang skipaði fyri vegna Talvsambandið og handaði snotuligu steypini ! 

 

 

  

 

Sí eisini

kjolur09 1

KTF kvik

 

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 07. mars. Telvað verður í Snjallu Bjallu. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

Kappingin byrjar leygardagin 07. mars, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør.

 

Tilmelding higartil: http://www.chess-results.com/tnr164249.aspx?lan=7