Í Svøríki byrjaði tiltikna Rilton Cup ídag. Hetta er 46. árið at kappingin verður fyriskipað, og er kappingin deild upp í fleiri ratingbólkar. Í ovasta bólkinum, sum eitur Rilton Cup, telva brøðurnir Rógvi- og Høgni Egilstoft Nielsen við. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen er eisini við í Svøríki.
Fylgjast kann við Rilton Cup á hesari leinkju: http://www.rilton.se/
Í Hollandi telvar Hans Kristian Simonsen við í Chess Festival Groningen, A-bólkinum. Eftir eina varliga byrjan, er Hans Kristian komin betur fyri seg. Hann hevur í skrivandi løtu 2½ stig av 5 .
Leinkja til kappingina: http://www.chessfestival.nl/en/