28 luttakarar vóru við til Føroyameistaraheitið í snartelving 2016. Stórfavorittur at vinna kappingina var Helgi Dam Ziska. Síðani 2004, tá ið Helgi vann sítt fyrsta FM-heitið í snartelving, hevur hann vunnið hvørja ferð hann hevur luttikið. Í 2012 var Helgi burturstaddur í lestrarørindum; tað árið vann John Rødgaard.
Helgi vann aftur í ár kappingina við 17 av 18 møguligum stigum, men tað kundi lættliga havt verið annaðleiðis. Í dystinum móti John Rødgaard, sum Helgi vann 1½- ½, yvirsá John ein einfaldan leik, sum allarhelst hevði koppað úrslitinum øvugtan veg. Men soleiðis er við snartalvi, tað er ikki einans hepni, men tað krevst eisini. John varð nr. 2 við 15½ stigi, meðan Martin Poulsen tók 3. plássið við 13 stigum.
Yvirhøvur var kappingin sera jøvn niðanfyri oddafiskarnar, og mong spennandi talv vórðu telvaði. Olaf hevði eina minni góða kapping, meðan Jón í Horni Nielsen hevði heilt góð úrslit.
Ratingbólkarnir vunnu: Finnbjørn Vang 12 stig, Rógvi Mortensen 9,½ stig, Jón í Horni Nielsen 9 stig og Suni í Horni Nielsen 7 stig.
Hjartaliga til lukku Helgi Dam Ziska við 12. FM-heitinum í snartalv, tað er framúrskarandi avrik!
Til lukku til John, Martin og vinnararnar av rating-virðislønunum. Tøkk til allar luttakararnar og serliga til Súna Jacobsen, sum á odda fyri Havnar Telvingarfelag, legði lunnar undir eina fína kapping, har einki vantaði av nøkrum.
Leinkja til kappingina: http://chess-results.com/tnr256082.aspx?lan=32&art=1&wi=821
Tøkk til allar telvarar fyri eitt spennandi talvár – gott nýggjár øll somul!