19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi. Høgni – og bróðirin Rógvi – hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki – Rilton Cup. Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við – eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar.
Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva. Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 16 í røðini. Eldri bróðirin Rógvi fekk 4½ stig.
Høgni Egilstoft Nielsen gjørdi hol í sjógvin í føroyskari telving í 2014, tá ið hann sum 16 ára gamal vann hvørt talv í meistarabólkinum í árligu FM-kappingini, og gjørdist yngsti føroyameistari nakrantíð.
Kravið fyri at gerast altjóða meistari er, at tú fær tríggjar IM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2400. Fyri kappingina í Svøríki var styrkitalið hjá Høgna 2262, men við góða úrslitinum í Svøríki hækkar talið samsvarandi. Fleiri føroyskir telvarar hava IM-normar, men bara tveir – John Rødgård og John Arni Nilssen – eru altjóða meistarar. Helgi Dam Ziska gjørdist í 2007 triði altjóða meistarin í Føroyum, men hann er sum kunnugt síðani vorðin stórmeistari.
Høgni Egilstoft Nielsen er sonur Torkil Nielsen, sum var føroyameistari í talvi tríggjar ferðir í síni tíð.