Heim / Ymiskt / Kappingar uttanlanda / Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (1. partur)

Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (1. partur)

Persónliga hevur mær altíð dámt væl at telva í Íslandi – og tað serliga í Reykjavík Open. Íslendingar hava altíð stílað høgt, og tað sæst eisini av teimum kappingum, sum hava verið í grannatjóðini fyri vestan; einum nýtist bert at nevna Spassky-Fischer í 1972, men fleiri aðrar stórar kappingar hava verið, t.d. World Cup í 1988, har Kasparov sigraði framman fyri Beliavsky og Tal.

 

Reykjavík Open hevur havt sín serliga status seinnu mongu árini í og við, at hon hevur verið javnt sterk; oftani hava teir havt eina niðaru greinsu á uml. Elo 2000 – og tað hevur verið við til, at nógvir normar eru skoraðir millum ár og dag. Annað hevur eisini verið, at royndir amatørar – t.d. undirritaði – hava havt møguleika at hitta veruliga sterkum telvarum. Mær nýtis bert at nevna eitt nú Bronstein, Sokolov, Curt Hansen og Kindermann, sum eg havi dystast við á teim 64 puntunum í Reykjavík.

 

Tí var tað ikki frítt, at eg gleddi meg nógv til at fara til Íslands. Eg kundi staðfesta, at av teimum 104 luttakarunum í kappingini var eg styrkismettur niðri á 43. plássi – og tað er ikki so galið, um tú fegin vil telva móti sterkum telvarum. Favorittar vóru stórmeistararnir Baklan, Dreev, Sokolov og Kozubov, men fleiri onnur spennandi nøvn vóru við, t.d. ungi amerikanski drongurin Alex Lenderman, ungi peruianski drongurin Jorge Cori og indiska gentan Harika Dronavalli. Hetta umframt vóru nógv onnur spennandi fólk, sum øll hava sína serligu søgu, við í kappingini, men sum pláss ikki verður at greiða nærri frá á hesum sinni.

 

Lykilin til gott úrslit er sjálvsagt at vinna 1. talvið. Byrjanarseremoniin hevði eitt innslag, sum eg hefti meg við: tríggjar ungar gentur framførdu eitt stykki eftir Bach við klaveri og tveimum fiólum. Stykkið kendi eg væl frammanundan, tí eg eigi tað í fløgusamling mínari – ein serlig upptøka við feðgunum David og Igor Oistrakh. Onkursvegna ljóðaði navnið á eina fiólleikaranum kent í mínum oyrum. Jú, mín sann, tá ið yndisligu tónarnir vóru av, settist yvir av mær Sigriður Bjørg Helgadóttir – fiólleikari og telvari!

 

Helgadottir Sigriður Bjørg – Olsen Heini (½-½) (24. feb. 2010)

 

1. c4 Rif6 2. Ric3 c5 3. g3 e6 4. Bg2?!  

 

Tað hevur ofta undrað meg, at tað eru so nógvir telvarar, ið ikki vita av, at hesin bispaleikur er óneyvur. Í knøppu fyrireikingini – ikki ókent 1. umfari – so hugsaði eg tankan, at kanska eg kom út í hesa støðu. Svartur hevur nú ein sera sterkan leik, og hvítur skal leika neyvt fyri at fáa eina javna støðu!

 

4…d5! 5. cxd5 exd5 6. d3 Ein góður leikur. Ofta leikar hvítur 6.d4 ella 6. Fb3, men bæði eru verri enn annað… 6…d4 7. Rie4 Rixe4 8. Bxe4 Be7 9. Bd2 O-O 10. Rif3?! 10.Bg2 man vera rætti leikurin…

 

10…Rid7 11. Bf5 Hov! Hatta sá eg ikki! Nú hugsaði eg eina góða løtu og spældi: 

 

 

 

11…Rie5! Ein sterkur leikur. Nú hevur hvítur tveir upplagdar leikir. T.d. kann hon vinna finnu við at leika 12.Bxh7+, men svartur fær góða kompensatión eftir 12…Kxh7 13.Rixe5 Fd5 14.Rif3 Bh3, tí tað er ikki greitt, hvussu hvítur fær fólkið í spæl, hvar kongurin skal fáa friðskjól o.s.fr. Hin møguleikin var 12. Bxc8 Rixf3 13. exf3 Rxc8, men her tykir mær, at svartur hevur lítlan fyrimun. Sigriður fann ein triðja møguleika:

 

12. Be4 Rig4 13. O-O Rif6 og svartur hevur tryggan fyrimun. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at riddarin er farin frá b8 upp á g4 fyri at røkka puntinum f6, men hinvegin hevur farleiðin hjá hvíttlitta bispinum ikki verið minni ævintýrkend… Umframt riddaraleikin var freistandi at leika13… f5, men eftir 14. Fb3+ Kh8 15. Bd5 a5 16. a4 Ra6 tykir mær, at tað er hvítur, sum hevur fyrimunin.

 

14. Rc1 Rixe4 15. dxe4 b5 fyri at fáa meira rúm frúgvamegin. Hin natúrligi leikurin í støðuni var 15…Be6 og svartur stendur væl.

 

16. Bf4 Bb7 17. Fd3 Fb6 18. b4!? Djarvur leikur frá gentuni, men er hann nóg góður?

 

18…c4 19. Fxd4  

 

 

 

19…Fa6?? Men hetta var betur ógjørt! Svartur roynir at vera snildur – heldur snildur – hóast einki var galið við at leika:19… Bxb4 20. Fxb6 axb6, og svartur hevur greiðan, nærum vinnandi fyrimun.

 

20. a3! Ein góður leikur. Hvítur heldur finnuni, tí svartur fær ikki leikt 20…Fxa3 21. Fd7, og hvítur vinnur. Svartur hevur framvegis lítlan fyrimun, men skal nú veruliga kýta seg, um hann ætlar sær alt stigið.  20…Rfd8 Her vóru aðrir møguleikar, og helst var 20…Fe6 sterkasti leikurin, sum varðveitir fyrimunin.

 

21. Fe3 Fg6 Ov seint…

 

22. Rid4 Góður leikur. Hvítur stabiliserar nú støðuna og hevur lítlan fyrimun. 22…a6 23. f3 Rd7 24. Rfd1 Rad8 25. Rd2 Bf8 26. Rcd1 a5?! Ov vágið!

 

27. Rixb5?! Nú er støðan púra jøvn, men 27. bxa5! kundi givið svørtum fleiri grá hár í høvdið.

 

27… Rxd2 28. Rxd2 Rxd2 29. Fxd2 Fb6 30. Rid4 axb4 31. axb4 Bxb4 32. Fd1 og støðan er framvegis fullkomiliga jøvn.

 

32…Bc5 33. Be3 h5 34. h4 Fd6 35. Kf2 c3 36. Fd3 Bxd4

 

Her beyð eg javnt, og hvítur tók av. Eitt hugsandi framhald kundi verið:

 

37. Fxd4 Fxd4 38. Bxd4 c2 39. Bb2 Ba6 40. Ke3 f6 41. Kd2 Kf7 42. e3 Bf1 43. f4 Bg2 [½:½] 

 

Javnleikur í fyrsta umfari. Ein heldur trilvandi byrjan, men sannførdur um, at nú kundi bert ganga betur, gleddi eg meg til 2. umfar…

 

 

 

 

 

 

 

 

Sí eisini

Nordic Women Championship

Dear Nordic Chess Friends. Nordic Women Championship will be in Reykjavik 19th-24th September. Seven rounds …