Eftir drúgvan vetrarsteðg verður í dag aftur farið at telva í føroysku landskappingini. Klokkan tvey byrja dystirnir í fjórða umfari í øllum trimum deildunum.
Í 1. deild eru dystirnir hesir: Sandavágur-Klaksvík 1, Kollafjørður-Havnin 2 og Klaksvík 2-Havnin 1.
1. lið hjá Havnar Telvingarfelag hevur 11 stig, fleirfaldu føroyameistarnir úr Sandavági hava 10 stig, og Klaksvík 1 hevur 6½ stig. Í 2. deild er Gøtu Talvfelag á odda, og í 3. deild er Havnar Telvingarfelag fremst. Í 1.- og 2. deild eru liðini seks, og í 3. deild eru í alt níggju lið.
Aftur Helgi
Millum jóla og nýggjárs var árliga føroyameistarakappingin í snartalvi hildin í Havn. 28 telvarar kappaðust. Vinnari á tólvta sinni var Helgi Dam Ziska. Hann fekk seytjan av átjan stigum. Støðan í oddanum var henda:
1. Helgi Dam Ziska 17
2. John Rødgård 15½
3. Martin Poulsen 13
Helgi hevur vunnið øll árini síðani 2004 uttan eitt ár, tá hann var burturstaddur. Fyrsta FM-snarkappingin var í 1980, og vinnararnir hava verið hesir:
FM í snartalvi