Havnin økir

Munurin øktist eitt stig millum oddaliðini í landskappingini í talvi eftir dystirnar í fjórða umfari í dag. Havnar Telvingarfelag vann 3½-½ á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag, og er nú tvey stig undan føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag.

Helgi Dam Ziska sat á 1. borði hjá Havnini í dag, og vann í stórum stíli á Steintór Rasmussen. Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson vunnu eisini, men Carl Eli N. Samuelsen mátti sættast við remis móti Terja Petersen.

Sandavágur vann 2½-1½ á 1. liði hjá Klaksvík. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen, sum eru í góðari venjing eftir at hava verið við í sterku kappingini Rilton Cup í Svøríki á nýggjárinum, har Høgni tryggjaði sær fyrsta IM-normin, vunnu báðir trygt á fremstu borðunum móti ávikavíst Ólavi Simonsen og Eyðun Nolsøe. Torkil Nielsen og íslendingurin Rúnar Berg telvaðu javnt á 3. borði, men á fjórða borði vann Rani Nolsøe á Silas Eyðsteinsson.

Í triðja dystinum í 1. deild vann Havnin 2 3-1 á Kollafjarðar Talvfelag.

Støðan eftir 4. umfar:

1. Havnin 1  14½

2. Sandavágur 12½

3. Klaksvík 1  8

4. Havnin 2  6

5. Kollafjørður 3½

6. Klaksvík 2  3½

Toppdystur í 5. umfari

Telvað verður aftur leygardagin 28. januar. Tá eru tvinnanda umfør á skránni – 5.- og 6. umfar – og øll liðini telvað undir somu lon.

Tá verður toppdystur í 1. deild millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.

Meira kann lesast um landskappingina og dystirnar í dag í øllum deildum á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …