Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag.
Eftir dystirnar í fimta umfari, sum byrjaðu í morgun, hevði Havnar Telvingarfelag við 3-1 sigri otað seg fýra stig framum Sandavág. Men nú dystirnir í sætta umfari eru lidnir í kvøld, hava sandavágsmenn táttað nakað í, soleiðis at munurin er dragnaður niður í trý stig.
Vágamenn gjørdu bart móti kollfirðingum í kvøld og vunnu 4-0. Silas Eyðsteinsson var aftur á 4. borði hjá Sandavági, eftir at Finnbjørn Zachariassen loysti hann av í dystinum móti Havnini í morgun.
Og hjá Havnini var eisini ein broyting gjørd í sætta umfari. Helgi Dam Ziska var ikki við í seinna dystinum í dag, í staðin kom Sjúrður Thorsteinsson aftur á liðið. Olaf Berg tapti á 1. borði fyri Herluf Hansen í innanhýsis dystinum millum bæði havnarliðini, og tað bar so í sær, at Sandavágur nú er eitt stig nærri Havnini enn teir vóru eftir fimta umfar.
1. lið hjá Klaksvík vann báðar dystirnar í dag, og nærkast spakuliga oddaliðunum. Í innanhýsis dystinum millum liðini úr Klaksvík, var A-liðið eirindaleyst. Teir tríggir frændurnir, Eyðun, Rani og Steintór og íslendski útróðrarmaðurin Rúnar Berg tryggjaðu fult hús.
Úrslitini í 1. deild í dag:
5. umfar
Havnin 1 – Sandavágur 3-1
Havnin 2 – Klaksvík 2 3-1
Klaksvík 1 – Kollafjørður 2½-1½
6. umfar
Sandavágur – Kollafjørður 4-0
Havnin 2 – Havnin 1 1-3
Klaksvík 1 – Klaksvík 2 4-0
Støðan í 1. deild:
1. Havnin 1 20½
2. Sandavágur 17½
3. Klaksvík 1 14½
4. Havnin 2 10
5. Kollafjørður 5
6. Klaksvík 2 4½
Støðan í Í 2. deild:
1. Gøta 14½
2. Havnin 12½
3. Sandavágur 12
Støðan í 3. deild:
1. Havnin 14
2. Kollafjrøður 12
3. Sandavágur 11½
Telvað verður aftur 12. februar, tá 7. umfar er á skránni. Dystirnir í 1. deild verða hesir:
Havnin 1 – Klaksvík 1
Havnin 2 – Sandavágur 1
Klaksvík 2 – Kollafjørður
Landskappingin endar 18. mars, tá dystirnir í tíggjunda og síðsta umfari verða telvaðir.
Meira er um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com