Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag ota seg smátt um smátt fram á oddaliðið Havnar Telvingarfelag í landskappingini í talvi.
Dystirnir í sjeynda umfari vóru í dag. Í 1. deild vóru úrslitini: Havnin 1 – Klaksvík 1 3-1, Havnin 2 – Sandavágur ½-3½ og Klaksvík 2 – Kollafjørður 2½-1½.
Støðan í 1. deild er nú henda: 1. Havnin 1 23½ stig 2. Sandavágur 21 3. Klaksvík 1 15½ 4. Havnin 2 10½ 5. Klaksvík 2 7 6. Kollafjørður 6½.
Feðgarnir Torkil Nielsen og synirnir Rógvi og Høgni gjørdu bart og vunnu allir í dystinum móti øðrum liði hjá Havnini. Herluf Hansen, Heiðrikur Jacobsen og Suni Merkistein máttu allir lúta, men á fjórða borði endaði javnt millum Rógva Mortensen og Silas Eyðsteinsson.
Skerd lið
Havnarmenn vunnu trygt á klaksvíkingum. Eyðun Nolsøe og Rúnar Berg høvdu kunnað styrkt liðið hjá Klaksvík, men í vikuni fór annar við Norrønu sum spælimaður og hin til fiskiskap við Kallanesi. Og oman á tað kom eisini avboð frá Terja Petersen. Hjá Havnini var eingin Helgi Dam Ziska á liðnum. Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson vunnu á Rana Nolsøe, Haldur S. Johansen og Rógva Dragaberg, men á 1. borði vann Ólavur Simonsen á Olafi Berg.
Í dystinum millum botnliðini var annað lið hjá Klaksvík omaná í hørðum dysti móti Kollafirði. Hans Kristian Simonsen vann á 1. borði á Steintór Rasmussen, men kollfirðingar megnaðu ikki at halda tørn á aftaru borðunum. Torbjørn Thomsen og Finnbjørn Vang telvaðu remis á øðrum borði, men á hinum borðunum vunnu Tummas Martin Sólsker og tann ungi Janus Skaale á Kára Petersen og Sámal Christiansen.
Trý umfør eru nú eftir. Kappingin tykist einans at standa millum Havnina og Sandavág, tí Klaksvíkar Talvfelag er helst dragnað ov nógv afturúr. Havnar Telvingarfelag hevur vunnið allar dystir higartil og er hálvttriðja stig undan liðnum úr Vágum. Avgerðin fellur kanska ikki fyrr enn í seinna sínamillum dystinum millum oddaliðini bæði í 10. og seinasta leikumfari 18. mars.
Spenningur í hinum deildunum
Í 2. deild er hørð kapping millum Gøtu, Vestmanna og Havnina, og í 3. deild er stutt millum oddaliðini úr Havn, Runavík og Klaksvík.
Telvað verður aftur 26. februar, tá dystirnir í 8. umfari eru á skránni.
Meira um kappingina sæst á faroechess.com.