NM kappingin fyri skúlaungdóm endaði í dag.
Tað eydnaðist ikki okkara telvarum at røkka heiðursmerkjaplássunum, men tað var ikki tó ikki so langt frá hjá Luitjen Akselsson Apol, ið varð besti føroyingurin við 3,5 stigum.
Í bólki A gjørdust Silas Eyðsteinsson og Høgni Egilstoft Nielsen javnir við hvør sínum 3 stigum, ið rukku til 6. og 7. pláss. Teir telvaðu bæði síni talv jøvn í dag.
Endaliga støðan í bólki A:
Í bólki B fekk Janus Skaale 1,5 stig, og endaði á 10. plássi, meðan Kaj Olsen endaði á 12. plássi, við ongum stigi. Teir taptu báðir bæði síni talv í dag.
Endaliga støðan í bólki B:
Í bólki C fekk Leif Reinert Fjallheim 2 stig og endaði á 10. plássi. Suni Í Horni Nielsen endaði á 12. plássi við ongum stigi. Leif vann fyrra talvið í dag, og tapti tað seinna, meðan Suni tapti bæði síni.
Endaliga støðan í bólki C:
Í bólki D fekk Jón I Horni Nielsen 2,5 stig, ið rakk til eitt 7. pláss. Jón vann fyrra talvið í dag, meðan hann tapti tað seinna. Benjamin Reinert Fjallheim, ið annars fekk eina góða byrjan uppá kappingina, tapti bæði síni talv í dag, endaði við sínum 2 stigum á 10. plássi.
Endaliga støðan í bólki D:
Í bólki E endaði Luitjen Akselsson Apol við sínum 3,5 stigum á einum 5. plássi, einans 0,5 stig aftanfyri nr. 3 í bólkinum. Lutitjen hevði ein góðan endaspurt og vann bæði síni talv í dag.
Elias Petersen tapti bæði síni talv í dag og endaði á 12. plássi við 0,5 stigum.
Endaliga støðan í bólki E:
Í kappingini landanna millum gjørdist endaliga støðan hendan:
1. Norra, 35,5 stig
2. Ísland, 33 stig
3. Finnland, 32,5 stig
4 .Svøríki, 31 stig
5. Danmark, 30 stig
6. Føroyar, 18 stig
Myndir, talv o.a. sæst á heimasíðuni http://ungdom2017.nordisksjakk.no/ (USF/Kristoffer Gressli)