Bjóðað verður til Føroyameistaraskapið í talvið 2017, ið verður hildið í Løkshøll, Runavík, í døgunum 08/04-2017 til 15/04-2017.
Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni.
Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Teir hægst rataðu (Elo-tal verður brúkt) luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2017.
Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og Almenna bólkin. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar.
Allir bólkar telva soleiðis:
Leygardagur 08. apríl kl. 14.00
Sunnudagur 09. apríl kl. 14.00
Mánadagur 10. apríl kl. 17.00
Týsdagur 11. apríl kl. 17.00
Mikudagur 12. apríl kl. 10.00
Mikudagur 12. apríl kl. 17.00
Hósdagur 13. apríl kl. 14.00
Fríggjadagur 14. apríl kl. 14.00
Leygardagur 15. apríl kl. 11.00
Í Almenna- og Unglinga bólkinum er møguligt at fáa eitt frí-umfar, ið gevur ½ stig. Hetta er bert møguligt í 1-7 umfar. Um telvari ynskir at fáa eitt frí-umfar, skal sigast frá í seinasta lagi hósdagin 6. apríl.
Telvað verður í Løkshøll, og verða 30 talv víst beinleiðis hvønn dag.
Dómari: FA Hans Hjalti Skaale
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.
Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460 – 1553706 hjá Talvsambandi Føroya,
í seinasta lagi mánadagin 3. apríl ! Við tilmelding skal upplýsast: FM 2017, navn og bólkur.
Møguligir spurningar kunnu setast á tef. nr. 221422 ella teldupostadressu: faroechess@faroechess.com
Vinningar
Landsliðsbólkur: nr. 1 – Kr. 5.000, nr. 2 – Kr. 3.000, nr. 3 – Kr. 2.000
1. Bólkur: nr. 1 – Kr. 2.000, nr. 2 – Kr. 1.500, nr. 3 – Kr. 1000
Almennur bólkur: nr. 1 – Kr. 1.500, nr. 2 – Kr. 1000, nr. 3 – Kr. 500
Unglingar: nr. 1 – Kr. 1500, nr. 2 – Kr. 1000, nr. 3 – Kr. 500.
Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.
Vakurleikasteyp verður latið besta talvi.
Um FM heitið í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum.
Í aðrar mátar verður korrektión nýtt.
Við Talvkvøðu Talvsamband Føroya