Leygarmorgunin 18. mars klokkan 10 verða fyrstu leikirnir fluttir í øllum dystum í seinasta umfari í landskappingini fyri lið í talvi 2017. Telvað verður í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Innkoyring er við gamla Restorfs Bryggjarí.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, flytur fyrsta leikin í toppdystinum millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Umboð fyri Tórshavnar Býráð handar vinnandi liðum steyp og heiðursmerki, tá liðugt er seinnapartin.
FM-heitið skal avgerast í innanhýsis dystinum millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Havnin stendur til at bróta fýra ára FM-sigursrøðina hjá vágaliðnum, men avgerðin er ikki fallin enn. Eitt stig røkkur hjá havnarmonnum, men vinnur Sandavágur 3½-½, stendur á jøvnum, og tá kann tað koma til umdyst.
Spenningur er eisini í botninum. Trý lið eru í niðurflytingarvanda, so her er nógv at spæla fyri.
Flytur Gøta upp?
Spenningur er eisini í 2. deild. Her stendur stríðið um uppflyting millum Gøtu og Sandavág. Gøtu Talvfelag er eitt stig undan. Gøtumenn hava ikki verið í fremstu deildini í nógv ár, men her hava teir ein gyltan møguleika.
Í 3. deild er líkt til, at Havnar Telvingarfelag vinnur. Runavíkar Talvfelag er í hølunum á teimum, og oddaliðini møtast í innanhýsis dysti í morgin.
Tað eru tí nógvir spennandi dystir í hesum seinasta umfarinum í liðkappingini í morgin.
Støðan í 1. deild
1. Havnin 29½
2. Sandavágur 26½
3. Klaksvík 21
4. Havnin 2 11½
5. Kollafjørður 10½
6. Klaksvík 2 9
Dystir í síðsta umfari:
Havnin – Sandavágur
Klaksvík 2 – Havnin 2
Kollafjørður – Klaksvík 1
Støðan í 2. deild
1. Gøta 21
2. Sandavágur 20
3. Vestmanna 18½
4. Havnin 4 17
5. Havnin 3 16
6. Toftir 13½
Dystir í síðsta umfari:
Gøta – Vestmanna
Havnin 3 – Sandavágur
Toftir – Havnin 4
Oddastøðan í 3. deild
1. Havnin 19½
2. Runavík 16
3. Kollafjrøður 16
9 lið
Toppdystur í síðsta umfari:
Runavík – Havnin