FM endabresturin í Liðkappingini 2011 verður telvaður í SÍF-húsinum, Sandavágur, leygardagin 12. mars. Byrjað verður kl. 11.00 stundisliga. Møtið í rúmari tíð undan.
Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild.
Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.
Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.