Tvey lið skaraðu framúr í landskappingini í talvi, sum endaði leygardagin. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag vóru í flokki fyri seg. Bara eitt stig var á muni teirra millum tá avtornaði, men heili sjey stig vóru aftur til Klaksvíkar Talvfelag á triðja plássi.
Oddaliðini vunnu bæði níggju av tíggju dystum í alt. Sínamillum fingu tey hvør sín sigur. Sandavágs Talvfelag hevur í nøkur ár havt serstøðu sum oddalið í føroyskari telving. Tað er í roynd og veru tankavekjandi, tí felagið var í nógv ár elevatorlið millum 1.- og 2. deild. Brádliga kom vend í.
Kollveltingin
Søgan er í stuttum tann, at fremsti telvarin í bygdini – og ein av landsins bestu telvarum í fleiri ár – fekk tveir synir, sum báðir eru úrmælingar at telva. Torkil er pápin, og Rógvi og Høgni eru synirnir. Felagið fekk eisini munagóðan styrk uttaneftir. Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen eiga báðir sín lut í nøkrum av sigrunum undanfarnu árini.
Vit eiga í hesum sambandi ikki at gloyma veruliga íbirtaran í Sandavágs Talvfelag. Gutti Petersen var í mong ár ein trúgvur og áhaldin felagsmaður og undangongumaður. Hjá honum man tað vera serliga hugaligt at skoða glæsiligu avrikini hjá felagnum seinnu árini. Í ár hava bara sandavágsmenn mannað besta lið felagsins. Silas Eyðsteinsson hevur nú ment seg til dygdargóðan 1. liðsspælara aftrat faðiri og syni á fremru borðunum.
Men tað skerst ikki burtur, at brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen eru bulurin á sterka sandavágsliðnum. Báðir hava framúrskarandi úrslit á ovaru borðunum. Og tá ið so bæði Torkil og Silas hava yvir 50 prosents skoru á niðaru borðunum, verður úrtøkan hjá liðnum rímiligt ógvuliga góð.
Dream Team vann
Hugtakið Dream Team varð nevnt, tá Havnar Telvingarfelag kunngjørdi manningina á 1. liði í vetur. Nú skuldi sigursrøðin hjá Sandavágs Talvfelag steðgast. Tað eydnaðist, men einans við bit og slit.
Trý ting vóru avgerandi. Helgi Dam Ziska var heimfluttur sum nýklaktur stórmeistari, men í veruleikanum fekk hann ikki avgerandi týdning, tí hann var bara við í tveimum dystum. Hevði hann verið fastur maður, er ivasamt, um stórvegis spenningur hevði verið í kappingini.
Tveir aðrir telvarar høvdu stóran týdning. Olaf Berg var heimfluttur úr Danmark, og Carl Eli Samuelsen vendi umsíðir aftur á slóðina eftir drúgva talvútisetu í Vestmanna og Sandavági. Hinir tríggir vóru eisini ógvuliga hollir. Martin Poulsen hevur altíð verið álitismaður hjá barnsdómsfelagnum, Sjúrður Thorsteinsson hevði eitt rimmar úrslit, men tað var eisini væntandi eftir framúr góðu olympisku luttøkuna í fjør heyst. Og so er heldur ikki at gloyma, at Herluf Hansen – ein annar av trúgvu stríðsmonnum felagsins – var munagóður eykamaður.
Einmansavrik
Sum áður nevnt eru góðu úrslitini hjá jøvnu toppliðunum grundað á óvanliga góð einstaklingsúrslit hjá summum lyklaspælarum á liðunum.
Her síggjast úrslitini hjá hvørjum telvara á báðum fremstu liðunum:
Havnar Telvingarfelag 30½
1. Helgi Dam Ziska 1½/2
2. Olaf Berg 6½/10
3. Martin Poulsen 5/7
4. Carl Eli Samuelsen 7½/10
5. Sjúrður Thorsteinsson 9/10
6. Herluf Hansen 2/2
Sandavágs Talvfelag 29½
1. Rógvi Egilstoft Nielsen 8/10
2. Høgni Egilstoft Nielsen 9½/10
3. Torkil Nielsen 6/10
4. Silas Eyðsteinsson 6/9
5. Finnbjørn Zachariassen 0/1
22. FM-heitið