Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung mikudagin 12. apríl kl. 15, í Løkshøll (Runavík).

Talvkapping fyri børn og ung mikudagin 12. apríl kl. 15, í Løkshøll (Runavík).

Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina 🙂

Telvað verður í 5 aldursbólkum:

  • 2 flokkur og yngri
  • 3 og 4 flokk
  • 5 og 6 flokk
  • 7 og 8 flokk
  • 9 flokk og eldri

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað – tá ið tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa meiri javnt stórar bólkar.

Teir yngru bólkarnir (til og við 6 fl.) telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meiri um klokkuna enn um talvið.

Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Steyp verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki.

Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 11 apríl kl. 20!
á telduposti: faroechess@faroechess.com
ella við SMS til tlf 221422.

Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva

– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði

– tað er ikki at halda seg aftur !

Talvsamband Føroya

http://faroechess.com/

cropped-logo_fp.png

ungdomar

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …