Mikudagin, tá ið dupult-umfar var á skránni í Føroyameistaraheitinum í talvi, varð skipað fyri barna- og ungdómskapping millum umførini. Frálíku umstøðurnar í Løkshøll eru soleiðis , at meðan sjálvt FM verður telvað í høllini, er góða kantinan staðið, har telvarar og talváhugaði kunnu njóta ein góðan kaffimunn og fylgja við talvunum á stórskíggja. Barna- og ungdómskappingin bleiv hildin í kantinuni, og møttu 24 telvarar ymsa staðni frá. Hesi vórðu býtt í 3 bólkar, har tann yngsti (1. Og 2. Fl.) hevði 12 luttakarar, meðan 3-4. Fl. var 6 og elsti bólkurin eisini 6. Allir bólkarnir telvaðu 5 umfør uttan klokku og gekk tað bæði skjótt og væl at avgreiða.
Eftir lokna kapping bjóðaði Runavíkar Kommuna okkurt søtt og leskandi til luttakararnar, og virðislønirnar handaði borgarstjórin Torbjørn Jacobsen.
1.-2. flokkur:
Nr 1: Rókur Davidsen og Jóhan H. L. Í Horni við 5 stigum. Nr 3 Sverri Kárason og Filip Joensen 4 stig.
3.-4. flokkur:
Nr 1: Markus Jacobsen 5 stig, 2: Leivur Fonn 4 stig og 3: Poul Thomsen, Josva R. Konggaard 2 stig.
5. flokkur og eldri:
Nr 1: Árant Jacobsen 4 stig, 2: Hans W. Poulsen, Leroy Philbrow 3 stig.