Røðan, ið Tórbjørn Jacobsen borgmeistari í Runavíkar Kommunu, helt ið samband við heiðursmerkjahandanina.
Magnus Dam Jacobsen man sum so mong onnur hava verið serliga fascineraður av spælinum og huglagnum, táið telvað verður. Hann rør framundir hetta í frálíku bókini “Í Grønlandi við Kongshavn.” Hetta øgiliga djúphugsni og komprimeraði rákin, sum guvar upp frá borði og monnum, ger hetta spælið til eina heilt serstaka og serliga ítróttargrein. Avbjóðingarnar søkja at heilanum, sinninum og hjartanum, onki spæl er nærri granni hjá intelligensinum, sinnisstøðuni og strategisku víðsjónini, ongin verður inntonktari enn tað sama, og bara tú, einsamallur í verðini, eigur ábyrdina av vinningi ella tapi. Tað var Gary Kasparov sum tók til, at telving er sinnislig píning. Gott kortini at víkingarnir tóku talvfólk heimaftur við sær av ferðum teirra í Byzans og hinum árabiska kalifatinum. Í íslendskum skjølum sæst, at Knút hin Stóri, danakongur, longu var farin at telva í 1027.
Magnus skrivar um Lamba-Kristjan, í Klakksvík, at hendurnar vóru so stórar, at teir søgdu, at ringt var at síggja, hvussu hann flutti, eingin visti, hvat hann kundi finna uppá at gera við tummilfingrinum, tá lógvin fjaldi sýnið. Síðani er nógv viðurfarist føroyskari telving. Hitti trífalda føroyameistaran Luitjen Apol í túninum ígjár, og hann staðfesti, at telvingin hevði gjørt eitt kvantelop í hansara tíð, nú var tað av álvara farið at knípa hjá honum at vinna á 11 ára gamla navnanum og abbasoninum, og tað kom oftari fyri, at hann mátti leggja kongin, og ein stórmeistari, – Helgi Dam Ziska – stigin upp úr eini fámentari fjøld á 50 túsund fólk, sigur ikki so lítið um frægu gongdina hesi seinastu árini. Nógv takkað verið Talvsambandi Føroya og ágrýtna formanninum Finnbirni Vang.
Tað hongur okkurt unikt og mýtiskt uppi við hesum spælinum. Sjálvt litteratarnir hava boygt seg í dustið fyri hesum, og vit finna tað í kvæðum og sangum. Tey flestu hava hoyrt um Flóvan, táið hann sópaði talvið saman og bað gott fyri sál riddarans. Tað verður ikki talv at leika, spæla við frúvur í dans, sum tikið verður til í Grips kvæði, og tað kemur neyvan óvart á nakran, at telvararnir í Frændum, allir hava verið føroyameistarar, syngja um talvborðið, sum stendur á Nakkinum. Har er tað Caissa sum fer at vísa tær sterkasta leikin, um tú telvast við heimin, og um tú flytur og gerst títt val – og endin líkist einari talvpsykosu: Og eg skal, – hæddirnar valla saman við tær. Kendast gjørdust kortini orðini hjá Hanusi Andreassen í yrkingini um flyting, sum Kári P. sang inn á Vælferðarvísur. Ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta. Alternativt: Til næsta leikin í talvinum, har pengarnir fólkið flyta. Eitt alment gerandisligt hugtak í okkara tíð, sprottið úr einari vælyrktari greining av sosialu avleiðingunum, sum eisini eru ein partur av kapitalistisku búskaparskipanini.
Tað var sovjetiski byltingaroddvitin og stjórnarovastin Vladimir I. Lenin, ið umrøddi talvleikin sum fimleikahøll heilans. Hansara tankar hava helst verið orsøkin til talvdubbingina í Sovjetsamveldinum, og fullkomna dominansin eystaneftir heilt fram til tann dagin í 1972, táið hitt sjáldsama amerikanska flogvitið Bobby Fischer sópaði Boris Spasskij av talvtrúnuni í Reykjavík. Hetta var ikki bara ein leikur ímillum tveir menn, men ímillum tvær politiskar og búskaparligar skipanir, sum lógu í skotgravunum í køldum stríði. Síðani tá hevur talvheimurin verið ein annar. Vit vóru ungir og kvæmir, júst byrjaðir í Hoydølum, og sótu sum á nálum í einum sjónvarpsturkaðum landi og fylgdu hvørjum leiki í útvarpi og bløðum. Vinstrahallandi radikaliseringin var byrjað, men Bobburin, originalurin, var okkara maður, hann legði einsamallur maður stórveldinum í talvi, uttan samanbering, Sovjetsamveldinum, ann – og vann. Tá var gott at duga mannagongdina. Tað bleiv nú til lítið meiri enn tað, mongu árini á sjónum forðaðu øðrum enn skipstalvi, og tað er fyri tað mesta tiltikið ússaligt, bara dagdvølja, ongin ástøði og lítil venjing, tað var bara gjøtlað til miðis uppá hvamsvís. Hóast hetta var tað ein uppliving og opinbering hvørja ferð, serliga tá tað hendi seg, at mótleikarin ikki slapp úr mátinum, táið skákað varð.
Hóast mýruvongur í spælinum gjørdist talvið eisini mær ein fascinatión. Fyri tveimum árum síðani vóru vit í Havanna á Cuba. Logeraðu á gitna gistingarhúsinum Nacional, har so mangar legendur hava hildið til ígjøgnum árini. Hotellið liggur eitt hanagleiv frá gitnu pomenaduni Malecón. Her hava eitt nú Winston Churchill, Frank Sinatra ogAva Gardner gist. Legði til merkis, at ein mynd hekk á bróstinum lúkst við durastólpan til kamar okkara, táið vit skuldu innlogerast. Hetta var áminningin um, at maðurin hevði verið vanur við at búgva júst í hesari búeindini, táið hann var um hesar leiðir.José Raúl Capablanca y Graupera. Heimsmeistari í talvi árini 1921-1927. Onkur sigur, at leikaralag hansara var so flott, kimiligt og imponerandi, at hann ofta verður róptur talvsins Mozart. Ein bók er givin út um øll talvini, hann tapti, og hon er ikki rúgvismikil, tí hann tapti bara 36 talv sum stórmeistari, tey flestu táið hann var farin at eldast.
Nú hava tit sitið sum høgd í grót í eina viku í mentanarskálanum Løkshøll. Við samanknýttum andlitsbrøgdum, og djúpu rukkurnar í pannuni og lógvarnir undir kjálkabeinunum togandi upp ímóti munnklivunum hava givið okkum áskoðarum eina fráboðan um, at her hevur verið hugsað djúpt. Nú eru vit aftur umborð á Kongshavn saman við Magnusi á Kamarinum:
”Bjørn og Sumbingurin sita tigandi í øllum ganginum, teir telva. Av góðum royndum veit eg, at Óla Svenn er ringur at taka. Edgar Allan Poe segði, at tann telvarin, ið best legði til merkis, hevði munin, og meinti hann sjálvur, at damm var so nógv torførari spæl og kravdi meira av spælarunum. Óla Svenn sær hvønn leik, hugsar seg væl um, flytur ikki fyrrenn hann heldur seg við vissu kunna flyta, tó er hann ikki seinur. Churchill segði: ”Tað finnast telvarar, ið gerast so uppøstir, at teir fáa hjartaslag og doyggja.” Og hann legði afturat: ”Tað hava teir gott av.” Tá fransmaðurin Jean-Jacques Rosseau av fyrstan tíð upplivdi talvið, stongdi hann seg inni í tríggjar mánaðir, gjørdi onki annað enn at telva. Nakað soleiðis kom eg sjálvur fyri. Tað gjørdist rúmt uttanum meg, vinmenninir flýggjaðu, teir vistu, hvat eg fór at siga: ”Skulu vit ikki taka eitt talv?” Hevði verfaðir mín ikki verið so tolin, hevði eg helst ongantíð komið eftir tí. Tá Aljechin, heimsmeistari gjøgnum nógv ár, tapti, fór hann upp á hotelkamar sítt, telvaði leikin ígjøgnum einaferð enn, síðani dró hann revolvaran og skeyt seg.”
Hendan søgan um Alexander Aljechin er alrahelst yvirbroderað hjá Magnusi. Kortini er deyði Aljechins framvegis eitt mysterium. Hann doyði á gistingarhúsinum Hotel do Parque í Estoril 24. mars 1946. Júst hesin býurin hevur eina serliga søgu, og ein flýddur sovjetbúgvi, kann meiri enn so vera komin í klemmu í hesum býnum, sum var bráðpanna hjá agentum úr ymsum heraðshornum. Men staðfestast kann, at hann gjørdist heimsmeistari við at vinna á júst cubananum José Capablanca í Buenos Aires í 1927. Hann tapti fyri hollendaranum Max Euwe í 1935, men endurvann trúnuna longu í 1937, og var framvegis heimsmeistari, táið líggin onkursvegna steðgaði honum. Í frálíku bókini hjá Suna Merkistein ”Føroysk telving í 20. øld” verður greitt frá vitjanini hjá Aljechin í Føroyum í 1931. Hann legði at landi til og frá Íslandi við guvuskipinum ”Island”. J.P. Henriksen, formaður Havnar Telvingarfelags, tosaði við hann, men steðgurin var ov stuttur til at fáa nakra telving í lag. Í so máta gekst tað munandi betri, táið tað eydnaðist Rana Nolsøe at fáa giraffin Gary Kasparov til Føroya, ein vitjan sum veruliga kveikti í føroyska telving.
Telvað varð um føroyameistaraskapið fyri einstaklingar her í býnum fyri júst fjerðingsøld síðani. 25 ár. Tað eru ikki 25 dagar. Toftamenn hava verið raskir telvarar, gøtumenn og sundalagsmenn tað sama, og einaferð hildu vit okkum framat. Men nú hevur dúrurin verið ov drúgvur. Royndin við Runavík Open í fjør, tann kappingin verður endurtikin í heyst, og hendan kappingin, FM fyri einstaklingar, er eitt tilvitað val hjá økinum, kommununi og Talvsambandinum at kveikja lív aftur í telvingina. Kári Sverrisson hevur verið óførur í kvøldskúlanum, og úrslitið av tí sóu vit í barnakappingini miðvikudagin. Tað sum vónandi fer at grógva burturúr hesum døgunum er ein talvkulturur, sum um 10 ár fer at hava tað við sær, at vit eiga í minsta lagi ein telvara í landsliðsbólkinum.
Tað hevur verið stórur heiður fyri Runavíkar kommunu at hýst hesi kappingini, og eg vænti, líkamikið hvør ið tá situr fyri kommunala valdinum, at vit eru klár til at átaka okkum vertsleiklutin, táið landafrøðiliga rotatiónin aftur kemur til okkara um nøkur ár. Hjartaliga fari eg at ynskja vinnarunum til lukku, og ikki minni hjartaliga fari eg takka tykkum, sum ikki vunnu oddasessin hesaferð, fyri, at tit gjørdu kappingina møguliga. Bara kapping stuðlar uppundir ein uppaftur betri kvalitet og eitt hægri støði á talvborðunum frameftir.
Vónandi hava tit kent tykkum væl hesar dagarnar í Løkshøll. Hóskandi endi eg aftur umborð á Kongshavn: ”Hin kendi Savielly Tartakower sat í búnum talvi, tá felagin fór at røra runt í kaffikoppinum. So uppøstur gjørdist hann, at hann leyp á føtur, tók ein tóman kopp og eina skeið, setti seg niður aftur og fór at skrambla við skeiðini í tí tóma koppinum. Mangir telvarar gerast tunglyntir, tá tap stendur fyri. Suffa og vena, ja, svartskygnið leggur seg sum skadda omanyvir teir, lívið hevur ikki meira nakað at bjóða teimum. Men lítið skal til, at fáa teir hin vegin. Hetta eru tær ovviðkvæmu sálirnar.”
Takk fyri at tit løgdu leiðina hendanvegin, blíðan byr í ókomnum døgum ynski eg tykkum, og ikki minst: Gleðiligar páskir.