Mánadagin fóru tólv føroyskir telvarar til Íslands at luttaka í Reykjavik Open 2017. Fyrsta umfar var í dag.
Tann einasti, sum luttók í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar, og sum er við í Reykjavík, er føroyski stórmeistarin og FM vinnarin 2017, Helgi Dam Ziska.
Nógvir av hinum føroysku luttakarunum eru blaðungir og evnaríkir dreingir, sum í páskavikuni luttóku í FM kappingini fyri unglingar. Fimm av teimum ellivu, sum luttóku í FM fyri unglingar, eru í Reykjavík. Teir eru føroyameistarin, ellivu ára gamli Jón í Horni Nielsen, ellivu ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum endaði á triðja plássi í FM, og Súni í Horni Nielsen, Benjamin Reinert Fjallheim og Flóvin Matras Tummasarson.
Hinir føroysku telvararnir í Reykjavík Open 2017 eru Heiðrikur T. Jacobsen, Margar M. Berg, Janus Skaale, Elmar Reinert Fjallheim, Allan Nielsen og Leif Reinert Fjallheim.
Burtursæð frá Helga Dam Ziska, sum vann í fyrsta umfari, so áttu allir teir føroysku telvararnir í fyrsta umfari mótstøðumenn við styrkistølum, sum eru væl hægri enn tey hjá føroyingunum. Tí var tað ikki so óvæntað, at teir allir taptu í fyrsta umfari. Undantakið var Jón í Horni Nielsen, sum vann eitt stig, tí mótstøðumaðurin møtti ikki upp.
Tvey umfør vera hósdagin. Tað fyrra verður longu klokkan níggju íslendska tíð.
Íslendingar gera framvegis nógv burturúr, at Bobby Fischer og Boris Spassky í 1972 telvaðu um HM í Reykjavík. Á myndini síggjast nakrir av føroysku telvarunum, sum í hesum døgum eru í Reykjavík. Teir vitja á Bobby Fischer savninum í Selfossi, har teir eru upptiknir av at hyggja at filmi um Bobby Fischer.
Kelda: in.fo (Jóannes Hansen)