Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Reykjavik Open: 6. umfar – Aftur 5½ stig í dag

Reykjavik Open: 6. umfar – Aftur 5½ stig í dag

Í dagsins umfari fingu føroyingarnir 5,5 stig. Janus Skaale, Margar M. Berg,  Luitjen A. Apol og Leif R. Fjallheim vunnu síni talv, meðan Helgi D. Ziska, Heiðrikur T. Jacobsen og Suni í Horni Nielsen telvaðu síni talv javnt. Størsta (hálva) skalpin má Suni nokk eiga, tá hann telvaði javnt móti telvara, ið er styrkismettur 557 ratingstig hægri. Úrslitini hjá Luitjen, Janusi og Heiðriki vóru eisini góð, tí mótstøðumenninir vóru eisini væl hægri styrkismettir.

Helgi Dam Ziska (2553) megnaði ikki at vinna á týskaranum Jakob Pfreundt (2392). Týskarin kom betri frá byrjanuni, og hevði fyrimun inn í miðspælið. Tá fekk Helgi javna støðuna út, og tá sama støða endurtók seg tríggjar ferðir í trekk, endaði talvið remis. Um Helgi hevði vunnið talvið, hevði hann ligið á einum deildum 1. plássi, saman við 14 øðrum telvarum. Tó økist stigamunurin til toppin ikki, tí ongin av teimum telvarunum, ið lógu fremstir við hálvum stigið meira enn Helgi, vunnu síni talv. Helgi liggur nú á einum 38. plássi við 4,5 stigum, saman við 25 øðrum telvarum. Í morgin møtir Helgi fyri fyrstu ferð í kappingini einum stórmeistara, indiska GM Kidambi Sundararajan (2422), ið sostatt er hansara sterkasti mótstøðumaður inntil víðari.

Janus Skaale (1765) vann á íslendska Dawid Kolka (1931), meðan Heiðrikur T. Jacobsen (1951) telvaði javnt móti Jon Kristinsson (2166). Janus og Heiðrikur hava næstflest stig av føroyingunum, 3 stig.

23 talv verða víst beinleiðis hvønn dag, og í morgin telvar Helgi á 13. borðið, og sostatt sæst talvið beinleiðis.

Samlaða støðan sæst niðanfyri.

Telvarayvirlit fyri Føroyar

Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 Stig Rk. Rp K rtg+/-
GM Ziska Helgi Dam 2553 FAI 1 1 ½ ½ 1 ½ 4,5 38 2549 10 0,70
Jacobsen Heidrikur T. 1951 FAI 0 1 0 ½ 1 ½ 3,0 137 1972 20 2,00
Berg Margar M. 1813 FAI 0 1 0 0 ½ 1 2,5 178 1778 20 -7,20
Skaale Janus 1765 FAI 0 0 1 0 1 1 3,0 128 1823 40 18,40
Fjallheim Elmar Reinert 1691 FAI 0 0 1 0 ½ 0 1,5 234 1680 20 -3,80
Fjallheim Leif Reinert 1667 FAI 0 0 ½ 0 ½ 1 2,0 218 1552 40 -19,60
Nielsen Allan 1606 FAI 0 0 1 1 0 0 2,0 205 1718 40 22,40
Apol Luitjen Akselsson 1561 FAI 0 0 0 1 0 1 2,0 208 1654 40 18,40
Nielsen Jon I Horni 1454 FAI 1 0 1 0 0 0 2,0 210 1614 40 24,00
Fjallheim Benjamin Reinert 1322 FAI 0 0 0 1 0 0 1,0 255 1340 40 -8,40
Tummasarson Flovin M. 1224 FAI 0 0 ½ 0 ½ 0 1,0 256 1345 40 20,00
Nielsen Suni I Horni 1167 FAI 0 0 0 1 ½ ½ 2,0 219 1407 40 54,00

Úrslit frá 6. umfari

Navn Rtg Stig Úrslit Stig Navn Rtg Nr.
GM Ziska Helgi Dam 2553 4 ½ – ½ 4 Pfreundt Jakob 2392 52
Jacobsen Heidrikur T. 1951 ½ – ½ Kristinsson Jon 2166 104
Nielsen Allan 1606 2 0 – 1 2 Olafsson Smari 1998 152
Kolka Dawid 1931 2 0 – 1 2 Skaale Janus 1765 204
Nielsen Jon I Horni 1454 2 0 – 1 Baldvinsson Loftur 1971 157
Fjallheim Elmar Reinert 1691 0 – 1 Moller Mikael 1965 159
Berg Margar M. 1813 1 – 0 Sigurvaldason Hjalmar 1441 245
Sidali Elias Hulleberg 1724 ½ – ½ Nielsen Suni I Horni 1167 258
Apol Luitjen Akselsson 1561 1 1 – 0 1 Axelsson Thomas 1799 195
Fjallheim Benjamin Reinert 1322 1 0 – 1 1 Gudmundsson Einar S. 1739 207
Fjallheim Leif Reinert 1667 1 1 – 0 1 Davidsson Stefan Orri 1490 240
Hrafnsson Hreinn 1621 1 1 – 0 1 Tummasarson Flovin M. 1224 254

 

Paringar fyri 7. umfar

Bo. Nr. Navn Rtg Stig Úrslit Stig Navn Rtg Nr.
13 45 GM Sundararajan Kidambi 2422 GM Ziska Helgi Dam 2553 21
61 108 Heimisson Hilmir Freyr 2152 3 3 Jacobsen Heidrikur T. 1951 162
72 204 Skaale Janus 1765 3 3 Kristjansson Olafur 2102 128
78 131 Jonsson Gauti Pall 2087 Berg Margar M. 1813 188
97 221 Fjallheim Leif Reinert 1667 2 2 Kolka Dawid 1931 167
101 258 Nielsen Suni I Horni 1167 2 2 Timmermans Adri 1861 182
102 183 WCM Smith Lynda 1849 2 2 Nielsen Allan 1606 229
103 187 Davidsson Oskar Vikingur 1818 2 2 Apol Luitjen Akselsson 1561 234
108 207 Gudmundsson Einar S. 1739 2 2 Nielsen Jon I Horni 1454 242
114 253 Petursson Armann 1227 Fjallheim Elmar Reinert 1691 216
120 195 Axelsson Thomas 1799 1 1 Tummasarson Flovin M. 1224 254
122 260 Kristbergsson Bjorgvin 1060 1 1 Fjallheim Benjamin Reinert 1322 249

Myndirnar hevur Eyð Matras tikið.

RO2017_Luitjen_Aksel_6 RO2017_aula_6

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …