Reykjavík Open: næstseinasta umfar
Eg kendi ikki bisp fyri rók, áðrenn alt hetta byrjaði. Í mínum barndómi var talv ein dreingjadagdvølja burturav, men eldri beiggi mín lærdi meg at spæla dam, so eg visti um finnu, hon drepur á skák.
Einaferð las eg eisini eina skaldsøgu, Dronninggambit, kallaðist hon. Minnist meg rætt, var hetta ein kærleikssøga har høvuðspersónurin telvaði seg fram til ta røttu, og eg royndi at imponera onkran garvaðan telvara, tí eg kendi orðið gambit.
Nú havi eg verið talvmamma í tíggju dagar. Havi fylgt við hvussu leikir farast her í Hørpuni, merkt stemningin og mínir fordómar um talv eru gjørdir til skamma. Hetta er annað og meir enn hvítir og svartir brikkar, sum verða fluttur við sniglaferð.
Her leikar hart á, tó tað ikki sæst. Ungir garpar og vaksnir menn, sum telva við lív og sál. Her er blóð, sveitti og okkurt hissini tár.
Men øll kunna ikki vera á toppinum. Onkur má tapa, sigst. Sum íslendski forsetin fyri Reykjavík Open segði, tá stevnan varð sett:
Tað er hugaligt at vera við og vinna, men minnist til at hava tað stuttligt sjálvt um tit tapa.
Eg havi í hvussu er hugna mær hesar dagarnar, kanska eitt vet betur skil fyri talvi enn áðrenn eg fór.
Eyð Matras