Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Heldur linligt NM-avrik

Heldur linligt NM-avrik

Hvørki Helgi Dam Ziska ella Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdu hol í sjógvin í norðurlandameistarakappingini í talvi í svenska býnum Vaxjø, sum endaði í dag. Hvørgin rakk kravda setninginum, og báðir missa burtur av sínum altjóða styrkitali.

Helgi var styrkismettur nummar trý av teimum 73 telvarunum í almenna bólkinum, men endaði nummar tíggju. Hann fekk seks stig av níggju møguligum, og endaði javnur við seks øðrum í røðini frá nummar 7 til 13.

Helgi hevði styrkitalið 2544, men avrikið í hesari kappingini verður mett til 2467. Helgi missur fimm ratingstig. Sveiggini tóktust í so stór í hesi kappingini, og botnstøðið í lægra lagi. Tað mundi koma honum eitt sindur dátt við, at hann tapti fyri tveimum altjóða meistarum við útivið hundrað ratingstigum færri enn hann.

Besta einstaka avrikið mundi vera sigurin í gjár á stórmeistaranum Alex Smith, sum er nummar 8 í Svøríki. Í síðsta umfari í dag telvaði Helgi remis móti stórmeistaranum Allan Stig Rasmussen, sum hevur verið danskur meistari fýra ferðir – seinast í 2014 – og sum í løtuni er nummar fýra í Danmark.

Rógvi Egilstoft Nielsen fekk fimm stig og endaði nummar 23 í røðini. Hann missir 13 ratingstig.

Eitt sindur óvæntað vann íslendski veteranurin Jóhann Hjartarson kappingina. Hann var í toppform og fekk 7½ stig. Hann og fremsti svenski telvarin, Nils Grandelius, endaðu javnir í oddanum, men Jóhann Hjartarson, sum var styrkismettur nummar fýra, vinnur eftir fínteljing.

Norðurlandameistarin í fjør, Erik Blomqvist úr Svøríki, sum var styrkismettur nummar tvey, endaði nummar 16.

Helgi og Rógvi tørna til aftur longu í aðru viku. Tá byrjar sterk altjóða talvkapping í Kollafirði.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …