Tvey umfør eru telvað av stóru talvkappingini Faroes Open í dag. Telvararnar løgdu til brots longu kl. 10 í morgun, tá fyrsta av dagsins umførum bleiv telvað, og so sótu teir aftur við talvborðini seinnapartin kl. 17.00, tá seinna av dagsins umførum fór í gongd.
Stórfavoritturin, GM Julio Granda (2656), er nú einsamallur á odda. Í morgun vann hann ímóti dananum IM Martin Haubro (2365), og í kvøld telvaði hann oddatalv ímóti lettanum GM Normunds Miezis (2447), og eisini her eydnaðist tað GM Julio Granda at vinna talvið.
Tað eru tó fleiri telvarar í hølunum á honum við 2½ stigi. Eftir fyrra umfarið í morgun var kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen (2180) einasti føroyski telvarin við fullum stigatali. Hann skuldi tó út í eitt sera torført talv í kvøld, tá hann møtti dananum GM Allan Stig Rasmussen (2540) við svarta fólkinum Tað eydnaðist tó Hans Kristiani við tógvið stríð at toga javnleikin í land, soleiðis at hann enn er partur av oddastríðnum. Saman við Hans Kristiani Simonsen (2180) og GM Allan Stig Rasmussen (2540) á 2½ stigum liggja GM Helgi Dam Ziska (2544), Rógvi Egilstoft Nielsen (2353) og IM Srinath Narayanan (2505). Leggjast kann afturat, at júst GM Helgi Dam Ziska (2544) og Rógvi Egilstoft Nielsen møttust í morgun. Tað talvið endaði við javnleiki.
Ein av ungu føroysku telvarunum, Flóvin Matras Tummasarson (1235), fekk eitt avbera gott úrslit í kvøld. Undan hesum seinna talvinum í dag, hevði hann enn ikki fingið nakað stig, og mótstøðan var aftur í kvøld stór, tá hann møtti týskaranum, Jürgen Kleinert (1955). Men Flóvin telvaði eitt sera gott talv og endaði við at vinna ein flottan sigur á týsku mótstøðumanninum.