Indiska stjørnuskotið Srinath Narayanan er framvegis einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Men favoritturin, Julio Granda Zuniga, úr Peru, er nú beint í hølunum á honum.
Srinath Narayanan, sum í 2005 vann heimsmeistaraheitið fyri telvarar undir 11 ár, telvaði í dag móti føroyska stórmeistaranum Helga Dam Ziska. Talvið endaði javnt. Verri gekst Høgna Egilstoft Nielsen móti Julio Granda Zuniga. Høgni hevur havt eina framúrskarandi kapping higartil, men í dag varð hann blástur av borðinum. Sterki suðuramerikanarin, sum eisini hevur verið amerikanskur kontinentalmeistari, vann ógvuliga sannførandi, og veitti unga sandavágsmanninum fyrsta ósigurin í kappingini.
Eftir góða byrjan er stígur komin í hjá eldra sandavágsbróðrinum. Rógvi Egilstoft Nielsen, sum í gjár tapti fyri danska stórmeistaranum Jens Kristiansen, var fyri somu lagnu í dag móti spanska stórmeistaranum Miguel Munoz, og er tí dragnaður eitt sindur í røðini.
Helgi Dam Ziska er ósigraður í kappingini. Hann hevur vunnið tvey og telvað hini fimm jøvn. Hann er í løtuni nummar fýra, og hevur telvað javnt móti teimum trimum, sum eru ovari enn hann í røðini eftir sjeynda umfar í dag.
Tretivu telvarar eru við í Faroes Open. Teir fremstu tíggju eru hesir:
- IM Srinath Narayanan, India, 6 stig
- GM Julio Granda Zuniga, Peru, 5½
- GM Allan Stig Rasmussen, Danmark, 5
- GM Helgi Dam Ziska, Føroyar, 4½
- FM Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar, 4½
- GM Miguel Munoz, Spania, 4½
- GM Jens Kristiansen, Danmark, 4½
- IM Martin Haubro, Danmark, 4½
- 9. IM John Rødgård, Føroyar, 4½
- Sjúrður Thorsteinsson, Føroyar, 4 stig