Í stóru altjóða kappingini, Faroes Open, ið varð hildin í Kollafirði og endaði í dag, eydnaðist tað unga telvaranum úr Sandavági at vinna sær sín næsta IM norm. Fyri at gerast altjóða meistari (IM), skal ein vinna sær tríggjar normar.
Høgni hevði sterka mótstøðu í kappingini og telvaði móti m.a. ímóti 4 stórmeistarum (GM) (har tað eydnaðist at vinna á tí eina), og 2 altjóða meistarum (IM). Hann var væl við í toppstríðinum, men dragnaði eftir tapini í trið- og næstseinasta umfari.
Høgni, ið varð styrkismettur sum nummar 11 undan kappingarbyrjan, fekk við sínum 5,5 stigum eitt 6. pláss, ið gav honum eina ratingframgongd á 29 stig. Tað gevur Høgna eitt ratingtal á 2352, og harvið verður hann næstfremsti føroyingur á altjóða ratinglistanum hjá Fide. Annars hevði stóribeiggi Høgna, Rógvi E. Nielsen, 2353 ratingstig undan hesi kappingini, men Rógvi hevði eina lítla afturgongd á – 1,8 ratingstig. Stuttligt er at fylgja støðugu framgongdini hjá sandavágsbrøðrunum, og hvussu javnir teir eru.
Hetta er onnur altjóða kapping á rað, har Høgni vinnur IM norm. Hin fyrri varð vunnin í stóru svensku kappingini Rilton Cup, ið varð telvað um ársskiftið 2016/17.