Leygardagin á Summar Festivalinum varð skipað fyri simultantelving, har stórmeistari okkara, Helgi D. Ziska, bjóðaði av. 10 telvarar tóku av møguleikanum.Fylgjast kundu eisini við á stórskýggja, har talvini vóru víst.
Úrslitið gjørdist 8,5 – 1,5 til Helga. Teir ið megnaðu at taka stig frá Helga vóru Jákup Durhuus (1) og Steintór Rasmussen (0,5).