Í øðrum talvinum í fyrsta umfari í stóru World Cup kappingini í Georgia í dag var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við undirlutan móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov. Fyrra talvið teirra millum í gjár endaði javnt. Radjabov vinnur tí 1½-½ á føroyska mótstøðumanninum, og heldur fram í kappingini. Helgi er útsligin.
Tað stóð á jøvnum, tá 20 leikir vórðu spældir í dag. Í 21. leiki var Helgi óneyvur, og eftir tað var eingin náði. Radjabov fekk við einari snildari fintu avgerandi álop, og Helgi legði kongin, tá 32 leikir vóru fluttir.
Á nýggja alheims styrkilistanum, sum heimstalvsamgongan FIDE kunngjørdi fríggjadagin, er 30 ára gamli Teimour Radjabov nummar 19 í heiminum. Hann var stórmeistari longu 14 ára gamal sum tann næstyngsti nakrantíð. Helgi kann fegnast um, at honum eydnaðist at fáa annað talvið javnt móti so sterkum mótstøðumanni.
Eingin føroyingur hevur fyrr verið við í stórari World Cup talvstevnu. Av teimum 128 telvarunum, sum eru við í kappingini í Tbilisi, er Helgi ein av fýra norðurlendingum. Jóhann Hjartarson úr Íslandi tapti 2-0 fyri David Navara úr Kekkia, men Aryan Tari úr Noregi fekk 1-1 móti Gawain Jones úr Onglandi. Teir fara undir kviktelving í morgin. Fjórði norðurlendingurin er heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi. Hann telvar seg spælandi víðari í annað umfar.
World Cup talvkappingin í Tbilisi endar 28. september.