Tað verður sterkasta lið, sum mannast kann, ið fer at umboða Føroyar í EM-kappingini fyri landslið í talvi í heyst.
Talvsamband Føroya hevur nú fingið tilsøgn frá teimum fremstu fimm á føroyska styrkilistanum til kappingina. Føroyska landsliðið stillar upp í hesari røð:
- GM Helgi Dam Ziska 2545
- FM Høgni Egilstoft Nielsen 2352
- FM Rógvi Egilstoft Nielsen 2338
- IM John Rødgård 2328
- IM John Arni Nilssen 2326
Liðið er hitt sterkasta, sum hevur umboðað Føroyar. EM-kappingin í talvi fyri landslið verður suðuri á Kreta í døgunum frá 27. oktober til 7. november í ár.
Føroyar vóru við á fyrsta sinni í EM-kappingini fyri landslið í Reykjavík í 2015, og endaðu nummar 34 av 36 londum. Ta ferðina vóru Føroyar einasta smátjóðin, sum luttók. Føroyar vunnu á Skotlandi og Kosovo, og telvaðu óvæntað javnt móti Danmark.
EM fyri smátjóðir
Føroyska talvlandsliðið fær úr at gera í heyst. Úr EM-kappingini á Kreta verður farið beinleiðis víðari til aðra EM-kapping fyri talvlandslið – kappingina fyri smátjóðir í Evropa, sonevndu Small Nations-kappingina. Hon verður í Andorra í døgunum frá 11. november til 19. november. Hetta verður fimta kappingin av sínum slagi. Føroyar hava vunnið tvær ferðir; í 2009 og í 2013. Her kappast einar tíggju smátjóðir í Evropa.
Ein broyting verður á føroyska landsliðnum frá fyrru til seinnu kappingina. John Arni Nilssen verður ikki við í kappingini fyri smátjóðir. Talvsambandið heldur fast um vanliga leistin, at ein unglingi skal sleppa við í leikirnar fyri smátjóðir. Silas Eyðsteinsson verður í staðin fimti telvarin á føroyska liðnum í Andorra.
Talan verður um tvær sera ólíkar kappingar. EM-kappingin í Kreta verður krútsterk, men í Andorra verður føroyska liðið helst favorittur at vinna.