Í dag byrjar evropameistarakappingin fyri landslið í talvi. Fjøruti lið kappast suðuri á Kreta. Níggju umfør eru, kappingin endar 6. november. Byrjað verður klokkan eitt í dag.
Føroyar telva í fyrsta umfari móti Spania. Føroyska liðið er styrkismett nummar 35 av teimum fjøruti liðunum. Spania er styrkismett nummar fimtan. Sterkir stórmeistarar manna spanska liðið; miðalstyrkitalið er omanfyri 2600. Føroysku telvararnir standa tí til at tapa øll talvini, men teir ætla kortini at geva spaniólum ein skarpan gang.
Føroyar hava tvær ferðir møtt Spania á talv OL. Í 1970 taptu vit 4-0. Hans Petersen stríddist tá á 1. borði móti Pomar, sum í eitt mannaminni var fremsti telvari í Spania. Men í Novi Sad í 1990 endaði dysturin 3-1. Jens Chr. Hansen og Torbjørn Thomsen greiddu tá flott javnleik á aftaru borðunum.
Spania er sterk og framkomin talvtjóð. Í nógv ár vórðu nakrar av sterkastu kappingunum hildnar í Spania, eitt nú afturvendandi kappingin í Linares. Og kanska mest spælda byrjan í talvi er hin spanska: 1. e4, e5 2. Rif3, Ric6 3. Bb5.
Sterkt føroyskt lið
Føroyska liðið í Kreta fær ikki verið sterkari. Okkara fremstu fimm telvarar umboða okkum í EM. Miðalstyrkitalið á liðnum táttar í 2400. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska togar miðaltalið upp, men hinir fýra eru allir javnt sterkir.
1. GM Helgi Dam Ziska 2545
2. FM Høgni Egilstoft Nielsen 2352
3. FM Rógvi Egilstoft Nielsen 2338
4. IM John Rødgård 2332
5. IM John Arni Nilssen 2326
Hinar smátjóðirnar í Evropa eru ikki við í EM-kappingini. Talan er tí um nógv sterkari mótstøðu enn í OL. Føroyska liðið fer annars eftir EM-kappingina víðari til Andorra at kappast í júst EM-kappingini fyri smátjóðir í Evropa.
Russland favorittur
Russland vann EM-kappingina seinast – í Reykjavík í 2015. Og Russland er favorittur at endurvinna kappingina. Miðalstyrkitalið á russiska liðnum er 2745. Styrkismett nummar tvey og trý eru tvey fyrrverandi sovjettlýðveldi; Aserbadsjan og Ukraina. Ongland er styrkismett nummar fýra sum fremsta vesturlendska tjóðin.
Noreg er styrkismett fremst av norðurlondum, tó at heimsmeistarin Magnus Carlsen ikki er við. Svøríki er als ikki við. Sum skilst snýr tað seg um trætumál ikki heilt ólíkt tí, sum valdar millum danska fótbóltssambandið og kvinnulandsliðið. Danmark er við, men fleiri av fremstu telvarunum sita eftir. Partvíst eisini eitt stríð um samsýningar. Harafturímóti er Ísland komið til Kreta við sterkum liði.
Á føroyska liðnum móti Spania í dag telva Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård. Fyrstu leikirnir verða fluttir nú klokkan eitt.