Føroyska talvlandsliðið tapti í dag 3-1 fyri Spania í fyrsta dystinum í evropameistarakappingini fyri landslið á Kreta. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, men á 3.- og 4. borði taptu Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.
Spania mannaði seg við fýra sterkum stórmeistarum í dag. 20 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen fekk fyrst remis móti Lopez Salgado, sum hevur 300 ratingstig fleiri. Dysturin endaði ikki fyrr enn um hálvgum seks tíðina í kvøld, tá ið føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska tryggjaði sær javnleikin móti sterkasta spaniólanum, Anton Guijarro, sum hevur 100 ratingstig fleiri enn hann. Helgi var undir trýsti meginpartin av talvinum, men vardi seg væl við svarta fólkinum. Spania er styrskismett nummar fimtan og Føroyar nummar 35 av teimum 40 londunum í kappingini.
Annað umfar verður í morgin. Tá verður eisini byrjað klokkan 13.00. Seinni í kvøld fæst at vita, hvønn Føroyar skulu telva ímóti.