Móti Noregi

Føroyar telva í triðja umfari í evropameistarakappingini í talvi í dag móti Noregi. Helgi Dam Ziska fær kortini ikki høvið at møta heimsmeistaranum Magnus Carlsen, tí hann er ikki við á norska liðnum á Kreta.

Okkara stórmeistari skal í staðin í holt við nýggja norska stjørnuskotið, Aryan Tari. Norðmenn manna seg við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum móti Føroyum.  Noreg telvaði 2-2 móti sterka ísraelska liðnum í fyrsta umfari, men í gjár taptu norðmenn 3-1 fyri Onglandi, sum er styrkismett nummar fýra.

Føroyar eru í løtuni nummar 31 av 40 liðum í EM. Vit taptu 3-1 fyri Spania í fyrsta umfari, og telvaðu 2-2 móti Skotlandi í gjár. Tá endaði javnt á øllum borðum. Okkara lið móti Noregi verður hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. John Rødgård 4. John Arni Nilssen. Ein stórmeistari, tveir altjóða meistarar og ein FM (Fide)-meistari. Noreg er styrkismett nummar 25, vit 35.

Toppdysturin í dag er millum Ungarn og Holland. Stutt er kortini millum fremstu liðini. Byrjað verður at telva klokkan eitt.

Helgi Dam Ziska sæst her á 1. borði móti David Guijarro í dystinum móti Spania. Talvið endaði javnt. Í dag er Noreg á skránni - tó ikki Magnus Carlsen.
Helgi Dam Ziska sæst her á 1. borði móti David Guijarro í dystinum móti Spania. Talvið endaði javnt. Í dag er Noreg á skránni – tó ikki Magnus Carlsen.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …