Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Nýtt 1-3 tap

Nýtt 1-3 tap

Føroyska talvlandsliðið tapti annan dagin á rað 3-1 í EM-kappingini í talvi á Kreta.

Ikki óvæntað var Makedonia okkum ein nóg so stórur biti. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft fingu við svarta fólkinum javnt á 1.- og 3. borði. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård taptu við hvíta fólkinum. Hetta var fyrsti ósigurin hjá Høgna í kappingini.

Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 38. pláss av teimum 40 liðunum í kappingini. Kortini fáa vit aftur harða mótstøðu í morgin. Tá stendur Montenegro fyri tørni. Teir hava tríggjar stórmeistarar og tveir altjóða meistarar, og eru styrkismettir nummar 30.

Fýra umfør eru nú avgreidd og kappingin er um at vera hálvrunnin. Í morgin er fimta umfar, og hósdagin er einasti frídagur á skránni. Kappingin endar 6. november, tá níggjunda og síðsta umfar er.

 

Misjøvn avrik

Úrslitini hjá Føroyum hava verið á einari leið higartil. 1-3 móti Spania og Noregi er góðkent, 2-2 móti Skotlandi var eitt lítið vónbrot, men vit síggja, at skotska liðið stendur seg sera væl. 1-3 í dag móti Makedonia var kanska í minna lagi.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska stendur seg væl á fyrsta borði. Hann er sum tann einasti av okkara monnum ósigraður í kappingini. Øll fýra talvini eru endað jøvn. Tvey hava verið móti góðum telvarum við hægri styrkitali enn hann. Høgni Egilstoft Nielsen hevur eisini verið óførur, men í dag telvaði hann ikki so væl. Bróðirin Rógvi er ikki reiðiliga komin á lagið, men í dag var hann tryggur.

Hinir kunnu ikki vera heilt nøgdir. Størsta vónbrotið er John Rødgård. Hann var okkara tryggi skansi í nógv ár. Altíð góður fyri ein flottan remis móti heilt sterkum mótstøðumonnum. Higartil hevur hann tapt øll trý talvini – tvey við hvíta fólkinum. Tað líkist ikki honum. Og so sterkir hava mótstøðumenninir heldur ikki verið. Nakað tað sama kann sigast um John Arna Nilssen. Hann orkaði at standa ímóti og fekk javnan remis móti teimum heilt góðu, tá ið hann plagdi at røkja okkara fyrsta borð, men nú stendur á at halda tørn.

Vit skulu kortini hava í huga, at EM-kappingin er harður kostur hjá okkara monnum, tí í hesum vásinum eru ógvuliga fá lið, sum eru veikari ella jøvnsterk við okkum. Eitt dømi um tað er, at eingin av føroysku telvarunum hevur vunnið nakað talv enn.

Hvussu Føroyar manna seg til dystin móti Montenegro er ikki greitt fyrr enn í morginári.

Ungarn á odda

Ungarn vann í dag toppdystin móti Russlandi 2½-1½, og hevur nú lagt seg einsamalt á odda.  Tó eru Kroatia og Armenia í hølunum á teimum.

Dystirnir í fimta umfari byrja í morgin klokkan eitt.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …