Klokkan eitt í dag verður farið undir fimta umfar í EM-kappingini í talvi á Kreta.
Í gjár telvaðu okkara menn móti Makedonia, eisini nevnt FYROM, í dag er Montenegro á skránni. Bæði vóru partur av gamla Jugoslavia, sum datt sundur um aldamótið. Talvsiðvenjan er ógvuliga sterk í Balkalondum. Jugoslavia var tiltikið talvland. Tað segðist, at ongastaðni í heiminum var talváhugin so stórur, og telvararnir so góðir, sum í Sovjetsamveldinum og Jugoslavia – og Íslandi.
Vit taptu 3-1 fyri Makedonia í gjár. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaðu remis á fyrsta og triðja borði. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård taptu.
Montenegro er mannað við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara. Á trimum borðum hava teir hægri styrkitøl – í miðal útivið hálvtannaðhundrað stig hægri. Helgi Dam Ziska hevur kortini hægri styrkital enn mótstøðumaður hansara á fyrsta borði. Montenegro er styrkismett nummar 30, vit 35. Føroyska liðið er í løtuni nummar 38 av teimum 40 liðunum í kappingini.
Á okkara liði í dag telva Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen. John Rødgård er ikki við í dag.
35 | Faroe Islands | – | 30 | Montenegro | |||
GM | Ziska, Helgi Dam | 2545 | – | GM | Djukic, Nikola | 2519 | |
FM | Nielsen, Hogni Egilstoft | 2352 | – | GM | Blagojevic, Dragisa | 2488 | |
FM | Nielsen, Rogvi Egilstoft | 2338 | – | GM | Kosic, Dragan | 2493 | |
IM | Nilssen, John Arni | 2326 | – | IM | Draskovic, Luka | 2450 |