So vunnu vit

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Montenegro í evropameistarakappingini í talvi á Kreta.

Sigurin var líka óvæntaður, sum hann var kærkomin. Montenegro er styrkismett ovari enn Føroyar, og á trimum borðum høvdu mótstøðumenninir væl hægri styrkitøl enn okkara telvarar.

Helgi Dam Ziska gjørdi bart á 1. borði og vann ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdi honum bragdið eftir á triðja borði við øðrum fínum sigri á triðja stórmeistaranum. Yngri bróðirin Høgni hevði frammanundan telvað javnt á øðrum borði. Á fjórða borði mátti John Arni Nilssen lúta fyri vælleikandi mótstøðumanni.

Sigurin er tann fyrsti hjá Føroyum í hesari EM-kappingini.

Helgi Dam Ziska hevur nú fingið trý stig eftir fimm umfør, og er framvegis ósigraður í kappingini. Brøðurnir úr Sandavági fingið tvey stig hvør, Høgni hevur telvað øll fimm umførini, Rógvi hevur tvey stig fyri fýra dystir. Fáa veteranarnir á liðnum – John Arni Nilssen og John Rødgård – eisini gongd á, kundi tað farið at blivið heilt spennandi seinni í kappingini.

Í morgin er frídagur á Kreta. Sætta umfar verður fríggjadagin. Kappingin endar týsdagin.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …