Føroyar telva móti Moldova í sætta umfari í EM í talvi á Kreta í dag. Moldova er styrkismett nummar 24 av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 35. Moldova mannar seg við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum móti okkum í dag.
Á fyrsta borði skal Helgi Dam Ziska royna seg móti Viktor Bologan, sum hevur 70 ratingstig fleiri enn okkara stórmeistari. Moldova telvaði í fyrsta umfari 2-2 móti Onglandi, sum er styrkismett hægst av vestanlondum. Bologan vann á Nigel Short, sum í síni tíð telvaði HM-finalu móti Garri Kasparov. Høgni Egilstoft Nielsen, sum telvar fyri triðja IM-norminum, møtir stórmeistara, sum hevur 200 ratingstig fleiri enn hann. Sama ger seg galdandi á triðja borði, har ið Rógvi Egilstfot Nielsen kappast móti Hamitevici, sum var við í Runavík Open í fjør.
John Rødgård loysir av John Arna Nilssen á fjórða borði. John hevur ikki havt eydnuna við sær enn, men fyrr ella seinni man fara at bragda hjá royndasta føroyska telvaranum. Okkara menn hava hvítt á fyrsta og triðja borði, og svart á øðrum og fjórða.
Føroyar eru í løtuni nummar 34 av teimum 40 liðunum í kappingini. Frídagur var á Kreta í gjár, men nú verður telvað til mánadagin, tá ið kappingin endar. Fyrstu leikirnir í dag verða fluttir klokkan 13.00.
Faroe Islands | Moldova | ||
GM Ziska, H. D. 2545 |
—
|
GM Bologan, V. 2615 |
|
FM Nielsen, H. 2352 |
—
|
GM Svetushkin 2556 |
|
FM Nielsen, R. 2338 |
—
|
IM Hamitevici 2519 |
|
IM Rodgaard, J. 2332 |
—
|
IM Morozov, N. 2467 |
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er framvegis ósigraður í EM. Hann hevur trý stig eftir fimm dystir á fyrsta borði. Í dag fær hann aftur harða mótstøðu.