Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Stórsigur í EM

Stórsigur í EM

Føroyar vunnu 3½-½ á Kosovo í sjeynda umfari í evropameistarakappingini í talvi fyri landslið á Kreta í dag. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði javnt.

Tað gekk upp á stás hjá okkara monnum. Helgi og John Arni vunnu sannførandi, men hjá Høgna og Rógva var gongdin umleypandi. Endin var, at annar vann, og hin stríddi seg til remis. Eitt frálíkt úrslit, og ein kærkomin sigur.

Føroyar eru nú nummar 33 av teimum 40 liðunum í kappingini. Vit eru styrkismettir nummar 35. Kosovo er styrkismett nummar 38.

Kreta í morgin

Í morgin telva Føroyar móti vertstjóðini Kreta. Her átti aftur at verið ein góður møguleiki fyri føroyskum sigri. Kreta er styrkismett nummar 39.

Annar spenningur snýr seg um Rógva Egilstoft Nielsen, sum nú av álvara nærkast einum IM-normi. Sum skilst stendur hann seg við remis í morgin.

Russland er nú á odda í kappingini. Aserbadsjan er nummar tvey og Ungarn nummar trý.

Áttanda og næstsíðsta umfar er í morgin. Kappingin endar mánadagin. Fyrstu leikirnir í morgin verða fluttir klokkan 13.00.  Fylgjast kann við leik fyri leik í hvørjum dysti á hvørjum borði. Leinkið er:

 

chess24.com/en/watch/live-tournaments/european-team-championship-2017

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …