Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / IM-normar í luftini

IM-normar í luftini

Klokkan eitt í dag verður farið undir næstsíðsta dystarumfarið í EM-kappingini fyri landslið í talvi á Kreta. Føroyar telva móti vertsoyggini Kreta, sum er styrkismett nummar 39 av 40 liðum. Føroyar eru styrkismettar nummar 35.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska, sum hevur verið flúgvandi á fyrsta borði, er ikki við í dag. Grundin er tann, at Rógvi Egilstoft Nielsen stendur til at fáa sín fyrsta IM-norm. Tað ger hann, telvar hann remis – ella vinnur – í dag. Er Helgi við, situr Rógvi á triðja borði og fær svarta fólkið. Men á øðrum borði, sum Rógvi situr á í dag, fær hann hvíta fólkið. Hildið verður, at tað styrkir um hansara møguleikar.

Í EM-kappingini ber til at skora IM-normar yvir sjey umfør. Vanliga krevjast níggju talv. Tað kemst av, at bara níggju umfør eru í EM-kappingini móti ellivu í OL. Útskiftingar gera, at telvarar tí sjáldan telva meira enn sjey ella átta dystir í EM.

Yngri bróðirin, Høgni hevur eisini møguleika at tryggja sær IM-norm á Kreta. Styrkitalið, ið mótstøðumaður hansara hevur, er tó ov lágt til at Høgni fær IM-norm við at vinna í dag. Høgni hevur tí helst 1½ stig fyri neyðini í hesum báðum seinastu umførunum. Síðsta umfar er í morgin. Høgni Egilstoft Nielsen hevur frammanundan tveir IM-normar. Fær hann tann triðja hesaferð, er bara ein forðing eftir til at hann kann gerast altjóða meistari, og tað er, at styrkital hansara kemur upp í 2400. Fyri EM-kappingina var tað 2352.

Vunnu á Kosovo

Føroyar vunnu í gjár 3½-½ móti Kosovo. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen vunnu, og Rógvi Egilstoft telvaði remis. Føroyar hava nú vunnið tveir dystir og telva ein javnan av sjey dystum higartil. Vit eru í løtuni nummar 33 í røðini.

Helgi Dam Ziska er toppskorari við 4½ stigi. Hann hevur vunnið tvey og telvað fimm jøvn á fyrsta borði. Tað er frálíkt avrik, og hevði rokkið til ein stórmeistaranorm, men tann setningurin er longu avgreiddur. Afturfyri gongur styrkitalið upp hjá honum.

Liðið hjá okkum móti Kreta í dag verður tí hetta: 1. Høgni Egilstoft Nielsen 2. Rógvi Egilstoft Nielsen 3. John Rødgård 4. John Arni Nilssen. Allir føroysku telvararnir hava hægri styrkital enn mótstøðumenninir.

Fylgjast kann við leik fyri leik á hvørjum borði. Leinkið er:

 

chess24.com/en/watch/live-tournaments/european-team-championship-2017

 

EM_2017_Rogvi_Hogni_Nielsen

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági. Báðir telva fyri IM-normi á Kreta.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …