Sunnudagin varð NM 2018 úttøkukappingin í talvi telvað í Klaksvík. NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Finnlandi í februar mánaða. Við vóru 23 luttakarar, býtt yvir 5 aldursbólkar, har tveir teir fremstu telvarnir í hvørjum bólki sleppa at umboða Føroyar til NM.
Spenningurin helt sær til seinasta leik í fleiri av bólkunum.
Í fýra teimum elstu bólkunum vóru 3 luttakarir, og tískil telvaðu telvarnir 4 talv – 2 ferðir móti hvørjum. Í tí yngsta bólkinum vóru 11 luttakarir, og har vórðu telvaði 7 umfør.
Bólkur A (f. 1998-2000)
Rani í Bø vann øll síni talv og harvið bólkin. Sera flott avrik hjá Rana, ið byrjaði at telva í ár. Eli Finnsson og Bjarki Bertholdsen vunnu eitt talv á hvørjum øðrum, og tískil mátti umdystur til fyri at vita hvør skuldi hava 2. plássið. Telvað vóru 2 talv á 10 min, og her vann Eli 2-0.
Nr. | Navn | 1 | 2 | 3 | Stig |
1 | Rani í Bø | * * | 1 1 | 1 1 | 4 |
2* | Eli W. Finnsson | 0 0 | * * | 1 0 | 1 |
3* | Bjarki Bertholdsen | 0 0 | 0 1 | * * | 1 |
* Eli gjørdist nr. 2 eftir at hava vunnið umdystin 2-0 móti Bjarka.
Bólkur A, fv.: nr. 3 Bjarki Bertholdsen, nr. 1 Rani í Bø, nr. 2 Eli W. Finnsson.
Bólkur B (f. 2001-2002)
Í bólki B endaðu øll tey fyrstu 3 talvini jøvn, og sostatt var tað ikki fyrrenn í 4. umfari, at spenningur kom í, tá Rógvi Mørkøre vann á Kaj Olsen. Janus Skaale vann í 5. umfari á Kaj, og sostatt vóru Janus og Rógvi tryggjaðir at fáa 1. og 2. pláss. Í seinasta umfari vann Janus á Rógva, og harvið bólkin.
Nr. | Navn | 1 | 2 | 3 | Stig |
1 | Janus Skaale | * * | ½ 1 | ½ 1 | 3 |
2 | Rógvi Mørkøre | ½ 0 | * * | ½ 1 | 2 |
3 | Kaj Olsen | ½ 0 | ½ 0 | * * | 1 |
Bólkur B, fv.: nr. 3 Kaj Olsen, nr. 1 Janus Skaale, nr. 2 Rógvi Mørkøre.
Bólkur C (f. 2003-2004)
Í bólki C vann Leif Fjallheim øll síni talv og harvið bólkin. Flóvin Tummasarson og Suni Nielsen vunnu eitt talv á hvørjum øðrum, og máttu tí eisini út í umdyst fyri at vita hvør skuldi hava 2. plássið. Suni vann umdystin 2-0.
Nr. | Navn | 1 | 2 | 3 | Stig |
1 | Leif Reinert Fjallheim | * * | 1 1 | 1 1 | 4 |
2* | Suni í Horni Nielsen | 0 0 | * * | 0 1 | 1 |
3* | Flóvin Matras Tummasarson | 0 0 | 1 0 | * * | 1 |
* Suni gjørdist nr. 2 eftir at hava vunnið umdystin 2-0 móti Flóvini.
Bólkur C, fv.: nr. 3 Flóvin M. Tummasarson, nr. 1 Leif R. Fjallheim, nr. 2 Suni í Horni Nielsen.
Bólkur D (f. 2005-2006)
Undan seinasta umfari hevði Luitjen Apol vunnið øll síni 3 talv, og tryggjað sær 1. plássið, meðan Jón Nielsen og Benjamin Fjallheim høvdu vunnið hvør sítt á hvørjum øðrum. Tí var spenningur um Luitjen eisini vann sítt 4. talv (móti Jón), tí so skuldi umdystur telvast millum Jón og Benjamin. Men Jón vildi tað øðrvísi og vann á Luitjen, og tryggjaði sær harvið 2. plássið.
Nr. | Navn | 1 | 2 | 3 | Stig |
1 | Luitjen Akselsson Apol | * * | 1 0 | 1 1 | 3 |
2 | Jón í Horni Nielsen | 0 1 | * * | 1 0 | 2 |
3 | Benjamin Reinert Fjallheim | 0 0 | 0 1 | * * | 1 |
Bólkur D, fv.: nr. 2 Jón í Horni Nielsen, nr. 1 Luitjen A. Apol, nr. 3 Benjamin R. Fjallheim.
Bólkur E (f. 2007 og yngri)
Undan seinasta umfari hevði Elias Petersen longu tryggjað sær NM luttøku og lá 0,5 stig fremstur, frammanfyri Markusi Jacobsen, ið var 1 stig frammanfyri Rók Davidsen og Sigmund Hoydal á 3.-4. plássi. Elias vann tað seinasta talvið, og misti einans 0,5 stig, og Markus vann somuleiðis, og var 0,5 stig aftanfyri Elias. Rókur Davidsen gjørdist nr. 3.
Nr. | Navn | 1.Rd. | 2.Rd. | 3.Rd. | 4.Rd. | 5.Rd. | 6.Rd. | 7.Rd. | Stig | ||||||||||||||
1 | Elias Petersen | 5 | b | 1 | 4 | w | 1 | 2 | b | ½ | 7 | w | 1 | 3 | b | 1 | 8 | w | 1 | 6 | w | 1 | 6½ |
2 | Markus Jacobsen | 8 | w | 1 | 3 | b | 1 | 1 | w | ½ | 4 | b | ½ | 5 | w | 1 | 6 | b | 1 | 7 | w | 1 | 6 |
3 | Rókur Davidsen | 9 | w | 1 | 2 | w | 0 | 7 | b | 1 | 8 | b | 1 | 1 | w | 0 | 4 | b | 1 | 5 | w | 1 | 5 |
4 | Dániel Thomsen | 6 | w | 1 | 1 | b | 0 | 11 | b | 1 | 2 | w | ½ | 7 | b | 1 | 3 | w | 0 | – | – | 1 | 4½ |
5 | Sigmundur Hoydal | 1 | w | 0 | 6 | b | 1 | 10 | w | 1 | 9 | b | 1 | 2 | b | 0 | 11 | w | 1 | 3 | b | 0 | 4 |
6 | Óli Mikkelsen | 4 | b | 0 | 5 | w | 0 | – | – | 1 | 10 | b | 1 | 9 | w | 1 | 2 | w | 0 | 1 | b | 0 | 3 |
7 | Fríðrikur Helmsdal | 11 | w | 1 | 10 | b | 1 | 3 | w | 0 | 1 | b | 0 | 4 | w | 0 | – | – | 1 | 2 | b | 0 | 3 |
8 | Jóhan Hendrik Lamain í Horni | 2 | b | 0 | 11 | w | 1 | 9 | b | 1 | 3 | w | 0 | – | – | 1 | 1 | b | 0 | 10 | w | 0 | 3 |
9 | Hanni Bjartur Mørkøre | 3 | b | 0 | – | – | 1 | 8 | w | 0 | 5 | w | 0 | 6 | b | 0 | 10 | b | 1 | 11 | w | 1 | 3 |
10 | Ingi Helmsdal | – | – | 1 | 7 | w | 0 | 5 | b | 0 | 6 | w | 0 | 11 | b | 1 | 9 | w | 0 | 8 | b | 1 | 3 |
11 | Silas Andreasen | 7 | b | 0 | 8 | b | 0 | 4 | w | 0 | – | – | 1 | 10 | w | 0 | 5 | b | 0 | 9 | b | 0 | 1 |
Bólkur E, fv.: nr. 2 Markus Jacobsen, nr. 1 Elias Petersen, nr. 3 Rókur Davidsen.
Føroyski NM hópurin 2018, ið skal til Finnlands í februar, verður tískil hesin:
Bólkur A: Rani í Bø og Eli W. Finnsson.
Bólkur B: Janus Skaale og Rógvi Mørkøre.
Bólkur C: Leif Reinert Fjallheim og Suni í Horni Nielsen.
Bólkur D: Luitjen A. Apol og Jón í Horni Nielsen.
Bólkur E: Elias Petersen og Markus Jacobsen.
Talvsamband Føroya vil takka øllum, ið luttóku og gjørdu kappingina møguliga og so spennandi, og ynskir NM luttakarunum hjartaliga tillukku og góða eydnu í Finnlandi.