Nú á middegi verður farið undir seinasta dystin í EM-kappingini í talvi á Kreta. Føroyar telva móti Íslandi. Ísland hevur tríggjar stórmeistarar á liðnum og ein altjóða meistara. Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, verður ikki við í dag. Helgi hevur staðið seg ógvuliga væl í kappingini, og er ósigraður á 1. borði. Sum skilst er tað eftir egnum ynski, at hann ikki telvar í dag. Hann var heldur ikki við í gjár, tá telvað var móti Kreta. Tá var sagt, at tað var fyri at geva Rógva Egilstoft Nielsen møguleikan at telva við hvíta fólkinum á øðrum borði. Fekk Rógvi remis, hevði hann ognað sær fyrsta IM-normin. Rógvi vann og hevur tí vissað sær sín fyrsta IM-norm.
Í dag telvar yngri bróðirin Høgni Egilstoft Nielsen fyri sínum triðja IM-normi. Men nú Helgi ikki er við, telvar Høgni við svarta fólkinum á 1. borði. Kravið er, at hann vinnur. Ivaleyst høvdu útlitini hjá honum verið frægari, slapp hann at royna seg við hvíta fólkinum á 2. borði. Hvørki John Rødgård ella John Arni Nilssen hava havt eydnuna við sær í hesari kapingini, men eru báðir við í dag. Tað kemur tí helst bæði liði og Høgna dátt við, at føroyski stórmeistarin ikki er við í hesum prestisjudysti móti stórabeiggja fyri vestan í hesum avgerandi síðsta umfarinum.
Helgi Dam Ziska leggur Høgna Egilstoft Nielsen lag á undir fyrireikingum til dystin móti Íslandi í dag. Høgni loysir Helga av á 1. borði í dag.