Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tveir stórsigrar

Tveir stórsigrar

Føroyar gjørdu bart í báðum dystum í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í dag. Í fyrra dystinum í morgun vunnu Føroyar 4-0 á San Marino, og í kvøld vunnu føroyingar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska var ikki við í morgun. Tá telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgård og Silas Eyðsteinsson. Allir vunnu trygt.

Í seinna dystinum í dag hevði Høgni fríumfar. Helgi var við, og vann í stórum stíli á 1. borði. Rógvi og John máttu arbeiða harðari fyri tí, men vunnu kortini sannførandi, tá ið til stykkis kom. Silas noyddist tó at sættast við remis við svarta fólkinum. Hann vann kortini væl og virðiliga í sínum fyrsta landsdysti í morgun.

Andorra og Monaco

Longu nú sæst, at kappingin fer at standa millum Andorra, Monaco, Føroyar, og kanska eisini Luksemburg. Andorra vann í dag 2½-1½ á Luksemburg, sum Føroyar telvaðu javnt 2-2 ímóti í gjár. Men mest óvæntaða úrslitið higartil man vera, at Luksemburg tapti í morgun fyri Kýprós 2½-1½. Tað ber í sær, at Luksemburg er longu dragnað nakað í kappingini.

Monaco og Andorra eru á odda við fullum stigatali. Fyri hvønn sigur verða vunnin tvey dystarstig. Javnleikur gevur eitt stig. Dystarstigini telja fram um borðstigini. Hjá Føroyum ræður tí um at vinna dystirnar. Javnleikir – sum ímóti Luksemburg í gjár – hava vit snøgt sagt ikki ráð til. Føroyar eru í løtuni nummar trý í kappingini – eitt stig aftanfyri Monaco og Andorra. Lykladystirnir hjá Føroyum verða uttan iva móti Monaco og Andorra.

Føroyar telva móti Monaco í seinna umfarinum mikudagin, og dysturin móti Andorra verður í seinasta umfari leygardagin. Monaco og Andorra møtast fríggjadagin.

Í fjórða umfari í morgin telva Føroyar móti Liktinstein. Dysturin byrjar klokkan 15.00.

Tíggju lið kappast um EM-heitið í talvi fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …