Føroyar vunnu aftur í dag í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Eina løtu var Malta á odda 1-0, men so vendi gongdin, og Føroyar vunnu dystin trygt.
Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu allir, men Silas Eyðsteinsson tapti á fjórða borði.
Føroyar eru framvegis nummar tvey av teimum tíggju liðunum – eitt stig aftanfyri Andorra. Føroyska liðið hevur vunnið seks dystir og spælt ein javnan. Andorra hevur vunnið allar sjey dystirnar.
Støðan í kappingini er nú henda:
1. Andorra 14 stig
2. Føroyar 13
3. Monaco 11
4. Kýpros 10
5. Luksemburg 9
6. Malta 5
7. Liktinstein 3
8. Jersey 2
9. Guernsey 2
10. San Marino 1
Avgerandi dystir
Bara tvey umfør eru nú eftir í kappingini. Teir avgerandi dystirnir eru enn eftir. Ósigraða Andorra hevur báðar teir harðastu kappingarneytarnar eftir – Monaco í morgin og Føroyar leygardagin.
Føroyar telva móti Kýpros í morgin fríggjadagin. Teir hava staðið seg væl, vunnu m.a. á Luksemburg, men í dag taptu fyri 3-1 fyri Monaco.
Vinna Føroyar á Kýpros í morgin er lagt upp til eina beinleiðis finalu í síðsta umfari leygardagin millum Føroyar og Andorra.
Enn er ikki greitt, hvørjir manna føroyska liðið í morgin, men væntandi verða tað Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.
Styrkt oddalið
Um báðar kappingarneytarnar hjá Føroyum – Andorra og Monaco – er at siga, at liðini eru styrkt við fremmandum telvarum.
Andorra hevur tveir stórmeistarar. Oscar De La Riva Aguedo er spanióli og var spanskur meistari í 2003. Hann hevur tó í nøkur ár umboðað Andorra. Hin stórmeistarin er bretin David Norwood. Hann var fastur viðmerkjari í BBC-sjónvarpsstovuni, tá ið HM-finaludysturin millum Garri Kasparov og Nigel Short var telvaður í London í 1993.
Monaco hevur aðrar tveir tilfluttar telvarar á fremstu borðunum. Igor Efimov er stórmeistari úr Georgia, hevur í fleiri ár umboðað Italiu, og seinni Monaco. Hin er Igor Berezovskij, altjóða meistari úr Týsklandi av ukrainskari rót. Hann hevur umboðað Monaco síðani 2014.
Í stuttum er at siga, at lagt verður nógv fyri at vinna hesa Small Nations talvkappingina fyri landslið. Kappingin í ár er tann fimta í røðini. Føroyar hava vunnið tvær ferðir og Luksemburg tvær ferðir.