Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyar í finaludysti

Føroyar í finaludysti

Tað verður einki minni enn ein finala við lít, tá Føroyar og Andorra hittast í seinasta umfari í dag í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi. Føroyar eru á odda. Eitt stig er á muni. Føroyar hava 15 stig og Andorra 14. Monaco hevur á triðja plássi 13 stig. Tvey stig fáast fyri vunnan dyst, javnleikur gevur eitt stig, meðan einki fæst fyri taptan dyst.

Føroyar hava vunnið sjey av átta dystum. Í fyrsta umfari var javnleikur móti Luksemburg. Andorra vann fyrstu sjey dystirnar, men tapti í gjár fyri Monaco. Tað vil siga, at Føroyar standa seg við javnleiki í dag.

Jøvnsterk lið

Øll tekin eru í sól og mána um, at tað eru tvær sera javnar manningar, sum møtast í finaluni í dag. Vertslandið Andorra hevur ikki verið so frammarlaga í talvi sum nú. Men hyggur tú nærri at liðnum, sæst, at telvarar uttaneftir hava styrkt liðið.

De La Riva (1.borð) og Aloma Vidal (3. borð) eru báðir spaniólar úr Katalonia. Annar stórmeistari og hin altjóða meistari. De La Riva var í 2003 spanskur meistari. David Norwood er bretskur stórmeistari, og var longu í 1993 nógv brúktur sum serkønur í BBC-sjónvarpinum, tá ið Kasparov og Short telvaðu HM-finalu í London. De La Riva og Norwood hava telvað við Andorra í nøkur ár, men Aloma Vidal er nýliga komin aftrat. Hesir eru stórmeistarar og altjóða meistari.

Føroyska liðið tykist nú rættiliga at vera komið á lagið eftir heldur treka byrjan. Helgi, Høgni og John hava allir seks av sjey stigum, og eru ósigraðir. Rógvi hevur ikki fingið glið á í sama mun sum hinir, men ætlar kanska at gera bart í dag. Hyggja vit at styrkitølunum, sæst, at vit hava munin á 1.- og 4. borði, og Andorra hevur munin á 2.- og 3. borði.

Føroyar hava svart á 1.- og 3. borði og hvítt á 2.- og 4. borði. Telvararnir í finaludystinum eru hesir:

Andorra                               Føroyar

GM De La Riva 2482            GM Helgi Dam Ziska 2543

GM Norwood 2505               FM Høgni E. Nielsen 2354

IM Aloma Vidal 2440           FM Rógvi E. Nielsen 2340

FM Raul Garcia 2150           IM John Rødgård 2332

Fyrstu leikirnir í níggjunda og seinasta umfari í Small Nations kappingini suðuri í Andorra verða fluttir klokkan tvey í dag. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á hvørjum borði – leinkið er hetta:

https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/european-small-nations-team-championship

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …