Føroyar hava í dag vunnið talvkappingina fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.
Avgerandi dystin í kappingini – finaluna móti vertslandinum – vunnu Føroyar í síðsta umfari í dag 2½-1½. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri við svarta fólkinum á triðja borði. Á hinum borðunum endaði javnt.
Fyrst var liðugt á fyrsta borði. Har samdust stórmeistararnir um remis í javnari støðu. Helgi er ovari á styrkilistanum enn fyrrverandi spanski meistarin Oscar De La Riva, sum í fleiri ár hevur virkað sum leikandi venjari hjá landsliðnum í Andorra, men støðan var rættiliga jøvn. Helgi hevur mestur sæð, at Rógvi hevði greiðan fyrimun á triðja borði, og at hinir tóktust at hava tamarhald á støðunum, og hevur so ikki lagt í at leggja ov nógv fyri við tí svarta fólkinum.
Rógvi hevði eitt lívligt talv móti Aloma Vidal, sum hevði fult stigatal fyri seinasta umfar, og sum hevur heili hundrað ratingstig fleiri enn Rógvi. Teir telvaðu Frúgvaindiskt, Vidal valdi við hvíta fólkinum eitt álopssinað frábrigdi, í tíggjunda leiki kundi hann helst tryggjað sær góða støðu, men fann ikki besta framhaldið. Nú fekk Rógvi høvdið fyri seg, og dusaði sær sum fiskurin í havinum í taktiskt løddu støðuni, sum kom upp á borðinum. Rógvi var kringur og vann í stórum stíli.
Nú var John knappur og beyð remis. Støðan á 4. borði var ógvuliga jøvn, og hjá Raul Garcia við svørtum móti mótstøðumanni við væl hægri styrkitali, tóktist uppgávan at vinna mestsum vónleys. Kroystur av tíðartroti tók hann av um teir fjøruti leikirnar. Nú høvdu Føroyar tvey stig, og dysturin var vunnin.
Á øðrum borði kýtti stórmeistarin David Norwood seg at vinna, men Høgni var hvørki at høgga ella stinga í, og endin var, at drúgvasta talvið í dystinum endaði javnt.
Triði føroyski sigurin
Hetta var fimta Small Nations kappingin í talvi fyri landslið í Evropa. Føroyar hava nú vunnið hana tríggjar ferðir. Hinar ferðirnar hevur Luksemburg vunnið.
Hesaferð høvdu vit okkara bestu manning. Helgi, Høgni og John hava verið ógvuliga tryggir og sannførandi. Allir hava sama úrslit; seks vunnin og trý jøvn. Einki tapt. Rógvi kom ruddiliga afturíaftur í dag við flottum og avgerandi sigri. Silas var við sum obligatoriski unglingin og fekk í alt trý stig í fimm dystum. Tað man vera góðkent avrik.
Føroyska talvlandsliðið kemur nú heim aftur av aðru kappingini seinastu vikurnar. Frammanundan vóru teir við í stóru EM-kappingini á Kreta.
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var ósigraður á fyrsta borði bæði í EM á Kreta og nú aftur í mini-EM í Andorra. Tað talar fyri seg, og er vitnisburður um hvat týdning hann hevur fyri føroyska landsliðið.
Endaliga støðan í EM-kappingini fyri smátjóðir í Andorra gjørdist henda:
1. Føroyar 17 stig
2. Monaco 15
3. Andorra 14
4. Kýpros 12
5. Luksemburg 11
6. Liktinstein 7
7. Malta 6
8. Guernsey 3
9. San Marino 3
10. Jersey 1
Føroyar vunnu átta dystir og telvaðu ein javnan. Tvey stig fáast fyri vunnan dyst, eitt fyri javnleik og einki fyri taptan dyst. Andorra vann fyrstu sjey dystirnar, men tapti báðar teir seinastu, í gjár fyri Monaco og í dag fyri Føroyum, og endaði tí eisini aftanfyri Monaco.
Til stuttleikar kann nevnast, at støðan í oddanum hevði verið hin sama, um gamla skipanin við borðstigum hevði talt fyrst. Føroyar fingu 27 borðstig, Monaco 25½ og Andorra 25.
Ósigraðir
Úrslitini hjá Føroyum í Andorra vóru hesi:
Føroyar-Luksemburg 2-2
Føroyar-San Marino 4-0
Føroyar-Guernsey 3½-½
Føroyar-Liktinstein 3½-½
Føroyar-Jersey 2½-1½
Føroyar-Monaco 2½-1½
Føroyar-Malta 3-1
Føroyar-Kýpros 3½-½
Føroyar-Andorra 2½-1½
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum var henda:
1. Helgi Dam Ziska 6½/8
2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/8
3. Rógvi Egilstoft Nielsen 4½/7
4. John Rødgård 6½/8
5. Silas Eyðsteinsson 3/5
EM-kappingin millum smátjóðir í Evropa í talvi verður aftur um tvey ár.