Ikki óvæntað eru tað útlendsku stórmeistarnir, sum kappast sínamillum um sigurin í aðru altjóða talvkappingini í Runavík, nevnd Runavík Open. Ikki færri enn tólv stórmeistarar úr ymsum londum, og fimm altjóða meistarar eru millum teir trýss telvararnar. Tað eru helvt um helvt útlendingar og føroyingar í kappingini.
Fremstir við hálvum fjórða stigi eftir fýra umfør eru tveir indiskir stórmeistarar, Deep Sengupta og Srinath Narayanan, sum vann aðra sterka altjóða talvkapping í Føroyum í ár, Faroes Open í Kollafirði. Hin triði oddafiskurin er Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum Rógvi Egilstoft Nielsen vann á í EM-kappingini fyri landslið á Kreta herfyri.
Fleiri góðir og spennandi telvarar eru við. Nevnast kann hin einans 13 ára gamli Nihal Sarin úr India. Hann er altjóða meistari, hevur ein stórmeistaranorm, og eitt styrkital, sum táttar í 2500. Helst verður hann stórmeistari áðrenn langt umlíður.
Íslendingar eru væl mannaðir eins og í fjør. Ein er Gudmundur Kjartansson, sum vann kappingina í fjør. Hann stríðist framvegis at gerast stórmeistari. Fyri kappingina var hin regluligi landsdysturin millum Føroyar og Ísland telvaður í Løkshøll. Ísland vann. Tá vóru føroysku telvararnir, sum høvdu luttikið í smálandakappingini í Andorra, ikki afturkominir.
Eingin Helgi
Fleiri munnu undrast, at føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, ikki er við í Runavík. Hann hevði sum tann einasti av føroysku telvarunum kunnað gjørt seg galdandi. Við 2550 í rating – sum aktuella tal hansara nú er hækkað upp í – hevði hann verið millum teir við hægsta styrkitalinum í kappingini. Men eftir at hava telvað í eitt koyr EM fyri landslið á Kreta, kappingina fyri smátjóðir í Evropa í Andorra umframt fýra umfør í sterku íslendsku landskappingini, var hvíld sett á skrá í hansara álmanakka. Spurningurin er eisini, um hinir á føroyska landsliðnum, sum eru við í Runavík – Høgni, Rógvi og John – eru í vanda at brenna út eftir so drúgva skrá seinastu vikurnar.
Hinvegin er kappingin eitt gylt høvi hjá brøðrunum Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen at tryggja sær IM-normar og ganga fram í rating. Rógvi fekk sín fyrsta IM-norm í EM-kappingini á Kreta, og Høgni var um reppið at fáa sín triðja norm. Enn er ov tíðliga at siga, hvat vánirnar eru fyri tí á hesum sinni. Í løtuni er eingin av føroysku telvarunum, sum er í nánd av nøkrum oddastríði. Fremstur er John Rødgård á 19. plássi.
Ójavnir telvarar
Spurningurin er eisini, um ein kapping av hesum slagi er mest mennandi fyri føroyskar telvarar og høgligasti leisturin at skora IM-normar. Í øðrum endanum eru heilt sterkir útlendskir telvarar, sum at kalla kappast fyri seg, og í hinum endanum eru ungir føroyskir nýbyrjarar.
Árini eftir aldamótið vóru fleiri kappingar í Føroyum, sum høvdu til endamáls at geva okkara fremstu telvarum dygga, men javntgóða mótstøðu frá norðurlendskum altjóða meistarum og stórmeistarum. Samstundis vóru aðrar smærri kappingar, sum gingu lið um lið við høvuðskappingina. Kanska hevði tann leisturin verið verdur at tikið upp aftur.
Telvast skulu í alt níggju umfør í Runavík Open. Í gjár og leygardagin er dupultumfar. Kappingin endar sunnudagin.