Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open: John er álitið

Runavík Open: John er álitið

Tann elsti av føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open, John Rødgård, er tann, sum stendur seg best av okkara fólki. John, sum nú er 62 ára gamal, er framvegis ósigraður í kappingini. Í gjár vann hann á russiska stórmeistaranum Evgenij Gleizerov, sum er omanfyri 2500 í rating. John hevur 3½ stig eftir fimm umfør og er nummar trettan í røðini av teimum 59 telvarunum í kappingini. Í dag telvar John móti indiska stórmeistaranum, Deep Sengupta, sum við sínum 2587 í rating hevur hægsta styrkitalið í kappingini. 

John hevur tikið fleiri á bóli, tí í EM-kappingini fyri landslið á Kreta herfyri gekk illa í hond hjá honum. Hann kom so smátt á lagið í smálandakappingini í Andorra, og nú telvar hann sum í teimum góðu, gomlu døgunum. John hevur annars gramt seg um, at orkan er ikki longur tann sama, og at hann er ikki mentur at telva dag um dag við somu kraft, sum fyri nøkrum árum síðani. Nú hendir tað øvugta. Kappingin í Runavík er hansara triðja í eitt koyr, og nú telvar hann at síggja til betur fyri hvønn dag, sum gongur. Man tað vera sum við víninum, sum bara gerst herligari við árunum?

Sammettir við John tykjast yngru landsliðsfelagararnir Rógvi  og Høgni Egilstoft Nielsen meira metaltroyttir eftir tvær harðar kappingar hjá føroyska landsliðnum í seinastuni. Hvørgin hevur sýnt tað flogið í Runavík, sum teir vístu á Kreta og í Andorra. IM-normarnir tykjast í løtuni langt burtur. Bara ein góður spurtur kann bjarga teimum eitt gott og nøktandi úrslit.

Indiski stórmeistarin Srinath Narayanan er einsamallur á odda eftir fimm umfør. Hann tykist vera í góðum samljóði við seg sjálvan í Føroyum, tí í summar vann hann aðra altjóða talvkapping í Føroyum, Faroes Open í Kollafirði. Í gjár vann Narayanan toppdystin móti landsmanninum Sengupta.

Íslendingurin Gudmundur Kjartansson, sum vann Runavík Open í fjør, hevur nú otað seg fram á fjórða plássið. Í hølunum á honum er tann einans trettan ára gamli Sarin Nihal úr India, sum framvegis er ósigraður í kappingini.

Sætta umfar verður telvað í dag. Byrjað verður klokkan trý í Løkshøll. Í morgin eru tvinnanda umfar. Níggjunda og seinasta umfar er sunnudagin.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …