Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2018
Havnar Telvingarfelag bjóðar saman við Talvsambandi Føroya til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2018.
Kappingin
Kappingin verður hildin í Finsen í Havn í døgunum 24. – 30. mars 2018.
Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Átta teir hægst rataðu telvarnir (elo-talið verður brúkt) telva í landsliðsbólkinum um føroyameistaraheitið 2018.
Næstu átta hægst rataðu telvarnir telva í 1.bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.
Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2018.
Víst verður annars til meginreglurnar hjá TFS fyri FM.
Allir bólkar telva soleiðis:
Leygardagur 24. mars kl. 14.00
Sunnudagur 25. mars kl. 14.00
Mánadagur 26. mars kl. 16.00
Týsdagur 27. mars kl. 16.00
Mikudagur 28. mars kl. 16.00
Skírishósdagur 29. mars kl. 14.00
Langi fríggjadagur 30. mars kl. 14.00
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er 300 kr fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda 150 kr. Heiðurslimir luttaka ókeypis.
Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto
6460 – 1505523 hjá Havnar Telvingarfelag í seinasta lagi mánadagin 19 mars
Við tilmelding skal upplýsast: FM 2018, navn og bólkur.
Møguligir spurningar kunnu setast á tef. nr. 551009 ella teldupostadressu: joannesv@uvmr.fo
Vinningar
Landsliðsbólkurin: nr. 1 – 5.000 kr nr. 2 – 3.000 kr nr. 3 – 2.000 kr
1. Bólkur: nr. 1 – 2.000 kr nr. 2 – 1500 kr nr. 3 – 1.000 kr
Almennur bólkurin: nr. 1 – 1.500 kr nr. 2 -1000 kr nr. 3 – 500 kr
Unglingarbólkurin: nr. 1 – 1.500 kr nr. 2 -1000 kr nr. 3 – 500 kr
Steyp verða latin til nr. 1 í øllum bólkum, og harumframt verða heiðurmerki latin til nr 1,2 og 3 í hvørjum bólki. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.
Vakurleikasteyp verður latið fyri besta talvið.
Í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður við javnstøðu umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum. Í aðrar mátar verður korrektión nýtt.
Við talvkvøðu
Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya